Ein missur í realløn á 200 kr. um mánaðin

Hans Pauli Strøm
-----

Hvat fara broytingarnar í løn, skatti og kostnaðum at siga fyri eina løn uppá 20.000 kr. um mánaðin? Tað man vera ein løn, sum er rættiliga vanlig fyri nógvar løntakarar, sum t.d. pedagogar, arbeiðskvinnur og arbeiðsmenn.

Úrslitið verður soltið, tá man setir hetta upp í einum roknistykki. Við teim kostnaðarhækkingum, sum verða av broyttum gjøldum, og við tí núverandi prísvøkstrinum, so fær ein slík inntøka eitt tap ella ein reallønarmiss á 196 kr. um mánaðin – hóast flatskattalætta og lønarhækking á 220 kr.


Mánaðarløn
20.000


Hækking av gjaldi til Heilsutrygd

Hækking av ALS-gjaldi á 0,25%
-50
Prísvøkstur á 2,6% *)
-375
Løn eftir kostnaðarhækking
19.555

Sáttmálahækking 220 kr, virði eftir skatt
+132
Flatskattalækking **)
+117
Løn eftir broytingar
19.804
Reallønarmissur um mánaðin
196


*) roknað av hálvari miðal húskisnýtslu

**) roknað við miðal kommunuskattaprosenti


Hetta roknistykkið sær ikki gott út. Fyri ikki at tala um, tá man samanber við tey hægstløntu, sum nú fáa trý, fýra, fimm túsund ella meir lagt omaná um mánaðin - við tí asosiala flatskattinum hjá borgarligu høgrasamgonguni.

Vestmanna, tann 31. jan 2012