Fólk, sum bera brek, hava líka góðan rætt sum øll onnur at greiða atkvøðu. Tað minna tey í felagnum, Megd, enn einaferð, nú val til kommunustýrini kring landið, stendur fyri durum.
Megd er felagsskapurin, sum røkir áhugamálini hjá teimum, sum bera brek, og familjum teirra. Val til kommunustýrini verður í november og í tí sambandi hevur Megd sent øllum teimum 29 kommununum eina áminning um at hava umstøðurnar á valstaðnum so góðar, at eisini fólk við brekki, ótarnað kunnu greiða atkvøðu.
Og er tað onkustaðni, har umstøðurnar ikki lúka treytirnar, heitir Megd á kommunurnar um at fáa tey tær í rættlag. Tað merkir, at fólk við breki skulu kunna sleppa á valstaðið, ótarnað, at allar mannagongdir í sambandi við valið eru hóskandi og allir hentleikar somuleiðis, og at alt tilfar er lætt at skilja og lætt at brúka.
– Somuleiðis skulu fólk í koyristóli, og tey, sum eru lamin, sleppa framat valstaðnum ótarnað. Og har tað ikki ber til, eiga tær neyðugu broytingarnar at verða gjørdar, eisini so at sjónveik, blind og hoyritarnað, lætt og loyniliga, kunnu greiða atkvøðu, siga tey í Megd.
Og tey leggja afturat, at er tað nakar, sum hevur varhugan av, at valstaðið, har tey skulu atkvøða, ikki er atkomuligt, eru tey vælkomin at siga frá hjá Megd.