TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jón Krosslá Poulsen hjá TB/FCS/Royn, sum skoraði eitt mál, tá suðuroyingar vunnu 4-0 á ÍF í Fuglafirði í dag. Búi Egilsson skoraði hini trý málini, og Jón Krosslá Poulsen hevur eisini nógv gott at siga um stinna liðfelagan. Í samrøðuni fortelur Jón Krosslá Poulsen eisini um málið hann fekk, sum var eitt dundurskot.
Jón Krosslá Poulsen heldur, at TB/FCS/Royn spældi framúr væl í dag, og vann ein fult uppibornan sigur. Serliga avrikið í seinna hálvleiki, tá øll málini komu var framúr.
Tað var tó alt annað enn lætt hjá suðuroyingum at koma til Fuglafjarðar. Tórshavn Marathon var orsøkin til, at TB/FCS/Royn hópurin við tógvum stríði vann seg útum Havnina, á oyggjarvegin og so norður til Fuglafjarðar. Tí byrjaði dysturin í Fuglafirði eitt korter seinkaður.










