Ein liðiligari heimatænasta við borgaranum í fokus

Eini eldri hjún fyrst í 90unum dámdu so sera væl at gera mat saman. Tey brúktu ein heilan fyrrapart uppá at gera sær mat, sum tey so gleddu seg til at eta saman. Men nú kláraðu tey ikki innkeypið longur. Tey vildu fegin hava hjálp til innkeyp, so tey framhaldandi kundu gera matin saman. Hetta bar tó ikki til, tí innkeyp var ikki eitt tilboð, tey kundu fáa. Tey kundu fáa lidnan mat koyrdan heim.

 

Hendan søgan ber boð um eina skipan, sum er alt ov stirvin. Fekk parið hjálp til innkeyp, so høvdu vit gjørt fyribyrgjandi arbeiði. Tey høvdu hildið áfram við at gera mat og kundu hugna sær saman við hesum aktiviteti. Sama kann vera galdandi innanfyri reingerð, vasking og klæðir. Tað er ógvuliga ymiskt, hvønn tørv eldri fólk hava, og nú kommunan hevur yvirtikið eldraøkið, so eiga vit at hava pláss fyri hesum

 

Vit mugu hava eina skipan, har vit hugsa um, hvat hvør einstakur hevur brúk fyri. Vit mugu hava eina skipan, sum loyvir starvsfólkunum at brúka ta tíð, tey føla, at hin einstaki hevur brúk fyri. Og vit mugu hava eina skipan, sum loyvir fólki at vera heima sum longst, um tey hava hug til tess, og liva eitt gott og innihaldsríkt lív heima hjá sær sjálvum.

 

Tey, ið starvast í heimatænastuni, gera eitt megnar arbeiði, ið eisini mangan er serstakliga tungt kropsliga. Tey eru bæði dugnalig, arbeiðssom og fyrikomandi. Hetta hóast tey hava nógv at gera og skulu skunda sær víðari til tann næsta, sum hevur brúk fyri teirra hjálp. Onkuntíð taka tey sær tíð til ein kaffimunn, sjálvt um hetta merkir at tey mugu renna skjótari restina av degnum. Men hetta hevur nógv at siga fyri okkara eldru og blívur akkurát hesin dagurin ein góður og gevandi dagur.

 

Ein skipan, sum ikki eggjar starvsfólki at brúka tíð uppá tey eldru, er ikki nóg góð. Vit sum kommuna eiga at seta okkum saman við starvsfólkunum og teimum eldru, og saman finna útav, hvussu heimatænastan skal skipast á bestan hátt. Bæði so tann eldri fær hjálpina, ið honum tørvar, og so at starvsfólkini fáa nøktandi karmar, eisini tá um ræður hjálp til serliga tungt kropsligt arbeiði.

 

Í hesi tilgongdini, má heimatænastan allatíð mennast við tí fyri eygað, at skipanin er eitt tilboð til fólk, ið hava tørv á ymiskari hjálp. Sambandið og álitið millum starvsfólkini og hin einstaka, má vera í hásæti. Starvsfólkini eiga at fáa ta tíð og orku sum skal til, fyri at tey føla. at tey kunnu veita eitt nøktandi tilboð – og vit sum kommuna eiga eisini á hesum økinum at leggja dent á at lurta eftir, hvørji ynski borgarar okkara hava.

Við eini liðiligari heimatænastu við borgaranum í fokus, skapa vit fortreytirnar fyri einum virðiligum aldurdómi í Tórshavnar kommunu.

 

Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð