Ein lærari og tveir næmingar

Bert tveir næmingar ganga í Hests skúla, og tað gongur ein long tíð aftrat, áðrenn næsti næmingurin fer í 1. flokk.
- Tað hevur týdning at teir eisini koma í samband við javnaldrar í øðrum skúlum, sigur einalærari teirra, Halldóra Dam úr Havn.

Tað er bítandi kalt í veðrinum henda hósmorgunin í farnu viku á Gomlurætt.
Um lítla løtu kemur Teistin inn í ferjuleguna úr Skopun. Fáar minuttir seinni - klokkan 8:45 - leggur hann leiðina um fjørðin, hesaferð út í Hest.
Henda túrin eru ikki nógv ferðafólk við: Burtursæð frá umboðum fyri tíðindatænastuna, eru bert tvey onnur ferðandi við.
Her er talan um ein lærara og ein av næmingum hennara, sum henda morgunin eru á veg aftur í skúla í Hesti.
Halldóra Dam er ein av føroysku einalærarunum. Hetta er annað árið hjá henni við Hests skúla.
- Skúlin krevur ábøtur, men eg má siga, at Tórshavnar kommuna er sera large ímóti skúlanum, staðfestir Halldóra.
Um lítla løtu leggur Teistin at í Hesti, og tá byrjar skúladagurin fyri teir báðar næmingarnar - ein skúladagur, sum gevur lærara og næmingum møguleikar, men samstundis avmarkingar.

Tætt við Havn
Halldóra Dam er ættað av Norðskála, men er nú búsitandi í Havn. Hon er annars útlærd sum bókavørður.
Fyri sløkum tveimum árum fekk hon prógv sum lærari, og søkti og fekk sama árið starv sum einalærari við Hests skúla.
Hjá nógvum lærarum er miðstaðarøkið áhugavert sum arbeiðsstað, og tað var tað fyri sovítt eisini hjá Halldóru.
Fyri henni var hetta samstundis ein møguleiki at síggja føroyska samfelagið við øðrum eygum ella úr øðrum sjónarhorni.
Tað er helst rætt, sum hon so væl sigur tað: -
Eg ynskti at vita, hvat tey á útoyggj eru upp ímóti í samfelagnum.
- Hestur liggur tætt við høvuðsstaðin, men er kortini burturi frá honum, slær Halldóra fast.

Tríggir árgangir - ein stova
Við Hests skúla eru bert tveir næmingar - ein í 6. flokki og ein í 2. flokki. Teir verða undirvístir samstundis, hóast árgangirnir eru ymiskir.
Hetta við ymiskum árgangum í somu skúlastovu er ikki ókent fyri Halldóru. Soleiðis var støðan eisini, tá hon í síni tíð gekk í skúla á Norðskála.
- Ja, tá vóru vit tríggir árgangir í eini og somu stovu. Hugburðurin var øðrvísi tá, men tað gekk væl, sigur hon.
Sum einalærari her í Hesti hevur hon ongan annan starvsfelaga at tosa við. Men heilt uttan felagsskap við starvsfelagar sínar kring landið er hon kortini ikki:
Bæði í “grannabygdini” Velbastað, og við aðrar smærri skúlar, hevur Halldóra samband við aðrar lærarar í somu støðu sum hon.

Gott samstarv
Eitt samstarv er nevniliga skipað millum teir føroysku einalærararnar, og hittast teir av og á, m.a. saman við næmingum sínum.
Næmingar og lærarar úr teimum smærru skúlunum hava tey seinnu árini havt tiltøk saman m.a. í Skúvoy og á Svangaskarði. Hetta hevur verið sera væl dámt av øllum. Ætlanin er at hittast aftur seinni í vár.
Teir báðir næmingarnir við Hests skúla hava haraftrat møguleika at sleppa í skúlan á Velbastað eftir regluligari skipan - og øvugt.
Herúti eru góðar umstøður til lærugreinina “Náttúra og tøkni”. Og í hesi lærugreinini hava næmingarnir m.a. velt eplir og gjørt onnur spennandi ting.
- Jú, tað hevur avgjørt sín týdning at hesir báðir næmingarnir fáa nakrar upplivingar saman við javnaldrum sínum, sigur einalærari teirra.