Árni Joensen legði í gjár bók sína Góðan morgun, tað er politiið, fram í Miðlahúsinum Bókin er um umfatandi húsarannsóknirnar, sum vórðu framdar kring landið 16. november 1994.
Líka síðan rættarmálið um Heygadrang og síðan málið um Skálafjall vóru fyri fyrst í 1990-árunum, hevur journalisturin Árni Joensen hugsað um at skriva bók um rannsóknirnar.
Fyri tveimum árum síðan fór hann í gongd, og nú er bókin komin út.
Heitið á bókini kundi ljóða sum ein krimisøga, men hetta er eingin vanlig krimisøga, tí í bókini er einki morð, og eingin skurkur verður útnevndur.
Men hetta er ein spennandi bók, tí Árni Joensen hevur gjørt sær ómak at tosa við fleiri teirra, sum upplivdu húsarannsóknirnar og nakrar teirra, sum høvdu annan leiklut.
Árni Joensen sigur, at tað var sera torført at fáa hendur á skjølum, tí øll skjøl, sum vóru í varðveitslu hjá politinum, fekk hann noktað atgongd til.
Ikki øll, sum upplivdu húsarannsóknirnar, høvdu hug at tosa um henda ólukku dagin. Ikki tí at nakar skammast, men tey minnast ilt aftur á framferðina hjá politinum og hava bara hug at gloyma dagin.
Onnur tosa og flenna, tá ið tey minnast aftur á 16. november 1994.
Tiltakið hjá politinum var so stórt, at 52 politistar luttóku í rannsóknunum. Táverandi løgmaður, Edmund Joensen, samanbar átakið hjá politinum við týsku innrásina í Danmark ví 1940.
Bókin, sum er 180 síður við fleiri forvitnisligum myndum, er at fáa í bókabúðunum og kostar 298 krónur.









