Ein knasandi góð forrætning hjá tí rætta manninum

? Hesa síðstu tíðina hava nýggjar tíðir tikið seg upp. Men møguleikarnar, sum nú eru, fær hann onki gjørt við

? Sjálvir fáavit onki gjørt við tað. Men hjá rætta manninum kann hetta blíva ein knasandi góð forrætning.

Jákup Joensen í Lopra ætlar nú at selja frystiskipið Vesturland.

Hann sigur, at hann ætlar at vita, hvat kann fáast fyri skipið. Sjálvir heldur hann, at tað skuldi verið góðir møguleikar at sloppið av við tað, tí nú hava nýggjar tíðir tikið seg upp í fiskivinnuni.

Orsøkin til, at hann ætlar at selja er ikki, at hann fer at gevast í vinnulívinum.

Men hetta er enn eitt úrslit av, at Frøyanes fekk innflutningsloyvi.

? Frøyanes-málið hevur víst, at landins myndugleikar vilja geva loyvi til at viðgera og frysta fiskin umborð á skipunum, sigur Jákup Joensen

Sjálvir hevur hann bara loyvi at fiska havtasku og svartkalva við Vesturland.

Men tann fiskurin verður bara ísaður umborð.

Jákup Joensen sigur, at sotatt verður frystaríið als ikki brúkt. Við øðrum orðum verða møguleikarnir, sum skipið hevur ikki brúktir og tí verður skipið heldur ikki útnytta fult út.

Tí er hann áhugaður at vita, hvat kann fáast fyri skipið, nú loyvi er at viðgera og frysta fiskin umborð.

Jákup Joensen heldur t.d., at tað kundi blivið ein knasandi góð forrætning hjá einum manni, sum hevði loyvi at fiska tosk undir Føroyum við t.d. einum línuskipi, at keypt Vesturland.

Møguleikarnir kundi so verið at flutt egningarmaskinu og línudragispælið úr einum línbáti, yvir í Vesturland - og garnadragispælið úr Vesturland yvir í ein línubát,

? Taka vit t.d. ein línubát, sum fiskar 1000 tons av toski um árið.

? Er prísurin so 25 krónur fyri kilo, sum tað ljóðar at hann er fyri fiskin, sum verður frystur umborð, kundi ein slíkur bátur avreitt fyri 25 milliónir.

Jákup Joensen heldur, at tað átti at verið nógvir, sum skuldu havt ahuga fyri einum góðum frystiskipi.

Teir hava eisini hugsa um sjálvir at keypt ein línubát og at býtt útgerðina um, so at Vesturland fekk toskaloyvi, og kundi fryst umborð og at línubáturin fekk havtasku og svartkalvaloyvi hjá Vesturland. Vit eru akkurát líka væl fyri, um vit bara hava ein línubát, tí vit hava onki at brúka frystingina til, sum er, sigur Jákup Joensen.

Vesturland er bygdur í Havn í 1970, hann lastar eini 180 tons og hann er í sera góðum standi.