Í Sosialinum mánadagin 5. mai sigur Jørn Astrup Hansen, at um eftirlitið við Eik Grunninum varð røkt til fulnar, hevði borið til at sæð, hvussu Eik Bankin hevði tað, langt áðrenn bankin fór av knóranum.
Breið semja tykist somuleiðis vera millum flokkarnar á tingi um, at leikluturin hjá førosyka grunnaeftirlitinum eigur at verða kannað. Sostatt siga umboð fyri flokkarnar við Sosialin mándagin 5. mai, at teir halda, at grunnaeftirlitið skal kannast.
Bill Justinussen løgtingslimur fyri Miðflokkin heldur, at Skráseting Føroya átti at hugt nærri at Eik Grunninum í tí løtu, at teir ynsktu at broyta endamálsorðingina hjá grunninum.
Vildi broyta viðtøkur
Í november 2007 skrivaði nevndin í Eik Grunnunrin til Skráseting Føroya, at hon hevði broytt viðtøkurnar hjá grunninum soleiðis, at orðingin í § 4 b:
”At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í partabrøv, aðrar kapitalpartar og umbýtilig virðisbrøv í vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.”
bleiv til:
”At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í partabrøv, aðrar kapitalpartar, umbýtilig virðisbrøv í vinnurekandi virkjum av øllum slagi, veðbrøv, fastognir og onnur íløguaktiv umframt at gera aðrar fíggjarligar avtalur.”
Orsøkin til at nevndin vildi broyta endamálsorðingina var, at grunnurin ætlaði at veita trygd fyri einum láni á 97 milliónir krónur hjá BRFKredit stendir í fundarfrágreiðing frá 6. september 2007.
Spurdu um heimild
Sambært fundarfrágreiðing hjá nevndini í Eik Grunninum, hevur BRFKreditt í hesum sambandi spurt um Eik Grunnurin hevur heimild til at veita trygd fyri láninum. Tískil ger nevndin av at broyta endamálsorðingina, og í tí sambandinum taka teir endamálsorðingina hjá Ebh Fonden, sum teir hava tætt samstarv við, og gera hana til sína. Ebh Fonden var ein vinnurekandi grunnur, sum átti Ebh bankan, sum fór av knóranum í 2009. Bæði Ebh Bankin og Ebh Fonden eru síðan granskað, og endurghaldskrav er reist ímóti teimum. Eik Grunnurin keypti tyska felagið, ebh zeitmarkt GmbH, saman við Ebh Fonden og hevur heimiðlað eitt lán til hetta sama felagið á 10 mió EURO í september 2008 (síð tíðarlinjuna).
Biður nevndina útgreina ynskið
Tað er ikki bara sum at siga tað at broyta endamálsorðingina fyri ein vinnurekandi grunn.
Grunnurnin skal biðja um loyvi frá grunnaeftirlitinum, sum í 2007 var Erhvervs- og Selskabsstyrelsen. Síðani skal broytingin góðkennast í danska løgmálaráðnum.
26. november 2007 sendir Skráseting Føroya svarið frá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen víðari til nevndina í Eik Grunninum. Her stendir:
1) at broytingin ” veðbrøv, fastognir og onnur íløguaktiv umframt at gera aðrar fíggjarligar avtalur.” sum nevndin vil hava í endamálsorðingina ikki broytir innihaldið í heimilðunum hjá grunninum og tískil er óneyðug.
2) at nevndin skal greiða frá, hví hon ynskir at broyta endamálsorðingina, tí tað ikki er loyvt, uttan at so, at endamálsorðingin er vorðin ógjørlig at arbeiða við.
Fulltrúðin skrivar í hesum sambandi:
”I den forbindelse vil jeg henlede opmærksomheden på, at fondens formål ikke kan ændres – dette omfatter også tilføjelser til formålet – medmindre det er åbenbart, at det gældende formål er blevet uhensigtsmæssigt eller vanskeligt kan efterleves.”
Danska grunnaeftirlitið spyr sostatt, hvat broytingin skal brúkast til, men hetta svarar nevndin ongantíð uppá, tí hon velur ikki at fara víðari við málinum at broyta viðtøkurnar. Ístaðin tulkar nevndin svarið frá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, at broytingin er óneyðug, soleiðis, at at grunnunrin kann veita trygd fyri láninum og somuleiðis geva tilsøgn um at veita lán.
Loka málið
Skráseting Føroya, sum er millumlið millum Eik Grunnin og Erhvervs- og Selskabsstyrelsen biður somuleiðis nevndina í Eik Grunninum siga frá, um hon velur at fara víðari við málinum. Í fundarfrágreiðing frá nevndini í Eik Grunninum frá 28. august 2008 stendir, at nevndin velur at loka málið og tulkar svarið hjá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen sum, at hon hevur heimild til ætlaðu dispositiónirnar.
Eftirfylgjandi samtykkir nenvdin sum kunnugt útlán fyri umleið 900 milliónir krónur.
Har ímillum er eitt lán á 750 milliónir krónur til tveir íslendarar, sum ynskja at keypa partabrøv í íslendska bankanum Kaupthing og keyp av láni stórt 25 milliónir krónur til Kista og 25 milliónir krónur til Exista – tvey feløg, sum høvdu sum endamál at eiga partabrøv í Kaupthing Banka, sum longu tá hetta lánið varð keypt, var farin av knóranum.
Orsøkin til at nevndin í Eik Grunninum vil broyta viðtøkurnar, er, at hon ynskir at veita trygd fyri verkætlanina "Sydporten" á 97 milliónir krónur. Í hesum sambandi hevur nevndin longu í juli 2007 samtykt at veita Vagn Andersen verkætlanarleiðara eitt lán upp á 27 milliónir krónur og trygd fyri lán í BRFKreditt fyri 97 milliónir krónur, sambært kanningini hjá Eyðfinni Jacobsen. Sydporten var ein risastór verkætlan í Keypmannahavn, sum ongantíð varð liðugt gjørd. Ístaðin vórðu nakrir av pengunum brúktir til sethúsini hjá stjúkdóttir Vagn Andersen, skrivaði Berlingske Finans í januar 2013. Hon átti eini hús fyri 55 milliónir í Holte, norðan fyri Keypmannahavn.
Kannaðu ikki Grunnin
Tann 27. august í 2009 skrivaði Børsen Finans, at Skráseting Føroya hevði verið eftir Eik Grunninnum, tí hann hevði keypt partabrøv í íslendska sparikassanum, Spron, eftir at handilin við partabrøvum var stongdur. Grunnurnin keypti 8,44 prosent av Spron, og hetta gav Eik Grunninum eitt tap upp á 40 milliónir krónur.
Fritleif Olsen, ið var nevndarformaður í Eik Grunninum, helt ikki tá, at Eik Grunnurin gjørdi nakað skeivt. Hann verður í Børsen Finans endurgivin fyri at siga, at hann hevur gjørt tað besta fyri Eik Grunnin og Eik Bankan.
Í tí sambandi sigur Kristin Balle, deildarleiðari í Skráseting Føroya, at skrásetingin ikki ætlar at gera meira við málið, men at skrásetingin fer eftir Grunninum, um tað hendir einaferð aftrat.
”Vi foretager os ikke mere i sagen, men sker det én gang til, vil vi skride hårdere ind," sigur hon við Børsen Finans tann 27. august 2009.
Hevði Skráseting Føroya hugt nærri at Eik Grunninum tá, hevði hon funnið nógvar ólógligar dispositiónir sambært granskingarfólkinum Eyðfinni Jacobsen. Lán fyri slaka milliard var heimiðlað ólógliga í tíðarskeiðinum december 2006 til september 2008.
18. november 2008 keypti Eik Grunnurin tvey lán frá Eik Banka á í alt 55 milliónir krónur – lán, sum vórðu latin tveimum feløgum, sum høvdu sum endamál at eiga partabrøv í Kaupthing Bankanum, sum tá var farin av knóranum.
Tíðarlinja
9. december 2006
Heimiðla Lán til Thor 40 mió
4. Juli 2007
Heimiðla Lán á 27 mió til Vagn Andersen (Sydporten)
Heimiðla trygd til BRFKredit á 97 mió fyri Sydporten
26. mai 2008
Lán 100 mió EURO
Tveir íslendarar sum ynskja at keypa partabrøv í Kaupthing
20. juni 2008
25 mió krónur PF Notio
August 2008
avgera at loka spurningin um heimild
3. september 2008
10 mió EURO FDI Invest fyrr nevnt ebh zeitmarkt GmbH
18. november 2008
Keyp av láni frá Eik Banka
30 mió Kista og 25 mió Exista
August 2009
Tað verður staðfest alment, at støðan var so serlig, tá Eik Grunnurnin keypti 8,44 % av partabrøvunum í Spron í oktober 2008, at Grunnurin átti at spurgt Skrásetingina áðrenn.
Kristin Balle deildarleiðari í Skráseting Føroya sigur við Berlingske Finans í 2009, at tað er átaluvert, men at Skrásetingin ikki ger nakað við tað, um tað ikki hendir aftur.