Ein kiksari hjá Tórshavnar býráð

Hetta verður rættað sum skjótast, sigur býráðið

Í eini roynd at bøta um ferðslutrygdina við Eysturskúlan, hevur Tórshavnar býráð sett ymiskt skelti upp. Men eitt, sum loypur í eyguni á fólki, er, at skeltingin er á donskum.

 

Á skeltinum verða bilførarar ávaraðir um, at »skole« er fyri framman, ístaðin fyri at ávara á føroyskum um, at ein skúli er fyri framman.

 

Hans Nielsen, verkfrøðingur á teknisku deild hjá býráðnum, sigur, at hatta er ein kiksari, men at tað verður rættað sum skjótast.

 

Sjálvandi skal skeltingin vera á føroyskum máli, sigur hann.

 

Hann sigur, at skeltingin í sambandi við ferðslutrygdina, er ein pakkaloysn, sum er bílagt úr Danmark. Ætlanin er sjálvandi, at skeltingin skuldi vera á føroyskum, og tey, sum hava leverað skeltini, hava eisini fingið at vita, hvussu tað stavast á føroyskum.

 

Men av misgáum er skeltingin kortini á donskum - og av onkrari orsøk, sum hann ikki veit nakað um, eru skeltini sett upp á donskum, og tað átti ikki at verið gjørt.

 

Men hann sigur, at skelti við føroyskum teksti eru á veg, so hetta verður rættað, sum skjótast.