40 fólk arbeiða á Norðís á Eiði. Ongin av teimum sleppur til arbeiðis mánadagin, og tað harmar formannin í Eiðis arbeiðsmannafelag.
- Tað er ein katastrofa fyri bygdina, um virkið stongir. Tað minkar um moralin í bygdini og nógv koma í eina trongstøðu av tí. Tað er í veruleikanum tað keðiligasta, sum kann henda fyri bygdina. Norðís er størsta arbeiðsplássið, og tað kemur at ávirka bygdina heilt nógv, sigur formaðurin
Harmast um skipanina
Pól Juul Festirstein metir tað vera rættiliga óheppið, at alt virksemi hjá Maru Seafood er so samantvinnað.
- Mann hevur havt hasa skipanina, har skip og virki hanga saman, fyrr. Tað fór mann burtur frá, tí mann ikki metti tað vera gott, men seinastu árini er mann farin aftur til tað, fyri at tryggja sær ráðvøru, sigur Pól Juul Festirstein, sum metir tað vera óheppið
Ikki nógv at gera
Formaðurin í Eiðis arbeiðsmannafelag metir ikki, at arbeiðsmannafelagið kann gera nógv fyri fólkini á virkinum.
- Vit hava havt kreppu fyrr, og nú sær út til, at okkurt líknandi er ávegis. Tað er bara ikki so nógv vit kunnu gera við tað, uttan at hjálpa fólkunum og royna at halda moralinum uppi. Annars mugu fólkini bara royna at koma víðari, men so er sjálvandi ALS eisini, ið kann hjálpa fólkunum, sigur Pól Juul Festirstein, sum leggur afturat, at hann sjálvandi vónar, at Maru megnar at finna eina loysn.