Í juni í 2010 visti blaðið B.T. at siga, at maður Helle Thorning-Schmidt, Stephen Kinnock, rindaði ikki skatt í Danmark, hóast hann var heima hvørt vikuskiftið og hvørja feriu. Ein mánað seinni skrivaði sama blað, at sosialdemokratiski floksformaðurin hevði givið skattamyndugleikunum skiftandi upplýsingar um, hvussu nógv maðurin var í Danmark. Hálvan annan mánað seinni fríkendi Skat í Keypmannahavn Helle Thorning-Schmidt fyri skattafusk.
Men hvør hevði givið B.T. upplýsingar um tey privatu skattaviðurskiftini hjá hjúnunum? Tað er annar spurningurin, sum tann serliga kanningarnevndin, sum bleiv sett í fjør, skal greina teir næstu sjey mánaðirnar.
Hin spurningurin, sum nevndin skal fáa greiði á, er, um leiðandi fólk í skattamálaráðnum royndu at ávirka skattamyndugleikarnar í Keypmannahavn, tá teir skuldu taka støðu til skattaviðurskiftini hjá sosialdemokratiska floksformanninum og manni hennara.
Eitt avgerandi skjal í sambandi við hendan spurningin er ein frágreiðing, sum skattastjórin í Keypmannahavn, Erling Andersen, skrivaði nýggja skattamálaráðharranum, Thor Möger Pedersen. Í frágreiðingini helt Erling Andersen uppá, at táverandi skattamálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, royndi at ávirka avgerðina hjá Skat í málinum um Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock. Hetta er ein sera álvarssom skuldseting, og hon fekk alt fyri eitt ta avleiðing, at Troels Lund Poulsen bað um farloyvi frá Fólkatinginum. Tann seinasta skuldsetingin í móti Troels Lund Poulsen kom í B.T. í dag, tá blaðið vildi vera við, at Troels Lund Poulsen vildi hava Erling Andersen koyrdan frá orsakað av avgerð hansara í málinum.
Ymisk viðurskifti benda eisini á, at flokkurin Vinstri hevði meiri við skattamálið at gera, enn gott er. Eitt nú skal okkurt skjal í málinum stava frá tíðindatænastuni hjá Vinstra.
Ivi um avleiðingar
Serfrøðingar eru varnir við at úttala seg um, hvat kann koma burtur úr kanningini, og hvussu umfatandi avleiðingar hon kann fáa. Serfrøðingarnir eru tó á einum máli um, at tann avgerandi spurningurin er, um táverandi skattamálaráðharrin og leiðslan í Vinstra løgdu seg meiri út í málið, enn gott er.
-Tann størsta avleiðingin kann vera, at málið ger enda á politiska lívinum hjá Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen og broytir tað politiska landslagið fullkomiliga, eins og Tamilmálið gjørdi á sinni, heldur Roger Buch, sum er lektari í statsvísindi á danska journalistháskúlanum. Hann leggur tó afturat, at hetta hendir bara, um teir báðir hava viðvirkað til ella verið vitandi um ein leka ella eina roynd at ávirka avgerðina hjá Skat. Men tað kann eisini vera nóg mikið, at teir hava hoyrt um tað og einki gjørt fyri at kanna tað, sigur Roger Buch.
Løgfrøðiprofessarin Eva Smith heldur ikki, at skattamálið hjá Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock kann samanberast við Tamilmálið.
-Tað er avgjørt ikki gott, at upplýsingar leka út frá Skat, og at tað verður brúkt politiskt. Men tað er torført at siga, hvussu álvarssamt hetta er. Tað veldst um, hvat kanningarnevndin kemur fram til, sigur Eva Smith við B.T.
Kanningarnevndin, sum í morgin fer undir sítt arbeiði, hevur ikki dømandi myndugleika. Hon skal kanna gongdina í málinum, men ikki døma nakran.
+ mynd Troels Lund Poulsen
Myndatekstur:
Troels Lund Poulsen. Royndi hann sum skattamálaráðharri at ávirka avgerðina í skattamálinum hjá Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock? (Mynd: Polfoto)
Mynd Lars Løkke Rasmussen
Myndatekstur:
Lars Løkke Rasmussen. Hvussu nógv visti hann sum forsætisráðharri og sum formaður í Vinstra um skattamálið hjá andstøðuleiðaranum og manni hennara?