Ein jólamaður í oljuklæðum

Manningin umborð á Norðborg takkar sjómanskvinnuringunum fyri jólapakkar, samstundis sum teir ynskja øllum eini friðsæl og gleðilig jól og gott nýggjar.

 

Herfyri skipaði manningin á verksmiðjuskipinum Norðborg fyri jólahaldi umborð.

 

- Vit byrjaðu við sangi, og síðan las skiparin jólaevangeliið. Eftir tað tosaði skiparin um tað at fáa gávur. Hann segði, at gávurnar ikki hava nakað virði, um tær ikki verða pakkaðar út og brúktar.

 

Skiparin segði, at Jesus er ein gáva, sum vit hava fingið, og hann segði seg vóna, at henda gávan eisini verður pakkað út, sum hann tók til.

 

- Bíblian er ein kumpass, eins og kumpassin umborð á Norðborg, og sum skipari noyðist eg við millumbilum at rætta kumpassina. Við at lesa í bíbliuni, kunnu vit menniskju eisini rætta okkara kumpass fyri at koma heim til himmals, segði hann.

 

Við jólahaldið umborð vórðu sangir sungnir úr Sangbók Guds fólk og úr Missionssangbókini, og endað var við Gleðilig Jól.

 

Maðurin, sum kom upp í messuna við jólapakkunum, var, soleiðis sum viðheftu og innsettu myndir vísa, í oljuklæðum, og tað er væl ikki oftari enn so, at ein "jólamaður" er í oljuklæðum!

 

Skipari og manning á Norðborg, sum hava sent Føroysku Sjómansmissiónini eina frásøgn um jólahaldið umborð, ynskja at takka sjómanskvinnuringunum fyri jólapakkar, samstundis sum teir ynskja øllum eini friðsæl og gleðilig jól og gott nýggjar.