Ein hjartans tøkk til vábingar og Vágs býráð

Eg vil fegin takka so hjartaliga fyri eitt ógloynandi vikuskiftið í sambandi við at Vágs komuna fylti 100 ár.

Ein stór tøkk til Kirstin Støm Bech borgarstjóra og øll hini í býráðnum, og ikki at gloyma øll tey mongu sum ikki sóust og gjørdu eitt so stórt avrik fyri at alt skuldi ganga upp í eina hægri eind,tykkara partur liggur ikki eftir..

Er tað nakað í Vábingar duga, so er tað at skipa fyri tílíkum tiltøkim.

Tað var so stórsligið, øll tiltøkini og so ymisk, at øll sum vitjaðu fingu eina stóra uppliviging heim aftur við sær.

Enn einaferð tøkk vábingar.