Við einari tjúkkari stong, sum var farin inn gjøgnum bringuna og útaftur gjøgnum ryggin, ringdi lastbilaførari sjálvur eftir hjálp. Tveir mánaðir eftir, at 39 ára gamli onglendingurin og lastbilaførarin, Jason Ripley, hevði fingið eina langa og tjúkka stong inn gjøgnum bringjuna og útaftur gjøgnum ryggin, var hann aftur til arbeiðis.
Hendingin fór fram hin 19. august í fjør. Hin tjúkka og hálvan triðja metur langa jarnstongin streyk nakrar sentimetrar fram við hjartanum, men rakti eingi týdningarmikil gøgn.
Nú hevur onglendingurin gjørt av at vísa myndirnar, sum tiknar vórðu av hendingini til tess at útvega pening til sjúkraflutningsliðið, sum bjargaði honum.
Jason var serstakliga róligur og kaldur eftir tilburðin, og meðan hann enn sat í lastbilinum við stóru stongini gjøgnum bringjuna, ringdi hann sjálvur eftir hjálp.
Sambært Daily Mail ringdi hann til sín arbeiðsgevara og segði: ?Eg havi verið fyri eini lítlari vanlukku og eri vist í ávísum trupulleikum??
- Eg var bara nakrar hundrað metar burtur og helt tað tí vera best at siga mínari leiðslu frá, so tey kundu bera boðini víðari til bjargingarfólkini.
Jason Ripley koyrdi ígjøgnum eitt ídnaðarøkið, tá hann koyrdi á stongina, sum var loysnað og lá goymd aftanfyri eitt træ.
- Eg hugdi upp í himmalin og hugsaði, at nú fór eg at doyggja, men undarligt nokk hevði eg onga pínu, sigur onglendingurin.