- Tað er ein gleðilig stórhending, at myndugleikarnir nú hava játtað fígging til nýggja havrannsóknarskipið.
Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, í nýggjastu útgávuni av ”Sjóvarmál”.
Hann vísir á, at tað er skipasmiðjan Mest, sum skal standa fyri byggingini, og sáttmálaprísurin er 276,725 miljónir krónur.
- Aftrat hesum eru aðrir kostnaðir, eitt nú til dagføring av verkætlanini, eftirlit og til annað, soleiðis at verklagslógin, sum løgtingið hevur samtykt, er á 286 miljónir krónur, sigur hann.
Sambært ætlanini skal nýggja havrannsóknarskipið latast Havstovuni 1. juni í 2020.
Eilif Gaard sigur, at við nýggja skipinum fær fiskivinnutjóðin Føroyar eitt framkomið amboð, sum fer at flyta okkum væl á leið frameftir.
- Skipið verður bygt soleiðis, at tað – umframt at nøkta tørvin til gransking innan okkara hav og tilfeingi – eisini kann brúkast av øðrum enn Havstovuni, sigur stjórin í nýggjastu útgávuni av "Sjóvarmál".