Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin í Klaksvík og á Eiði. Vit plaga at pendla ímillum jóladagarnar, so ommur og abbarnir sleppa at forkela synirnar.
Tað sigur Jóhann Lützen í Klaksvík.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan verða vit hjá beiggja mínum í Klaksvík. Har verður dunna á skránni. Síðan verður tað sannlíkt ræst kjøt, fleskasteik og kalt borð býtt út á hinar jóladagarnar.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi eina jólagávu hvørji jól. Restina keypir konan, sigur hann brosandi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru ein frálík tíð til hugsavnan og nærveru. Børnini seta dagsskránna, tú sleppir stýripinninum og fylgir bara við. Familjulívið er í hásæti á jólum, og tað er deiligt, sigur Jóhann Lützen.












