Hvussu ber tað til, at Umhvørvisstovan kann fleirfalda prísin á eini tænastu við teirri avleiðing, at smærri fyritøkur ikki hava ráð til tað.
Tað er ein spurningur, Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú vil hava landsstýrið at greiða frá.
Hann vísir á, at seinastu árini er tað meira og meira vanligt at brúka GPS í byggivinnuni fyri at fáa neyvari mátingar úrslitum, og hjá nógvum er tað meiri ella minni eitt krav.
Løgtingsmaðurin vísir á, at í eina tíð hava føroyskar fyritøkur kunna keypt hesa tænastuna frá einum privatum, donskum veitara, men síðan er Umhvørvisstovan farin undir at veita tænastuna ókeypis og avleiðingin av tí er, at nú er danski veitarin er givin.
Men hendan ókeypis tænastan frá Umhvørvisstovuni er bara í eina royndartíð og Umhvørvisstovan hevur boðað frá, at tá ið royndartíðin er av, fer tað aftur at kosta at fáa hesa tænastu.
Men prísurin, Umhvørvisstovan hevur boðað frá at tað fer at kosta, er fleiri ferðir so høgur sum prísurin, danski veitarin kundi lata tænastuna fyri.
Djóni Nolsøe Joensen veit eitt dømi um eina lítla fyritøku, sum hevur rindað 14.000 krónur um árið fyri hesa tænastuna frá einum donskum veitara, men Umhvørvisstovan sigur, at hann skal rinda 48.000 kónur um árið, tá ið royndartíðin er av.
Størri fyritøkur hava rindað mangt slíkt til tann privata veitaran, og tær fara at rinda upp aftur mangt slíkt, tá ið rokningin frá Umhvørvisstovuni kemur, sigur løgtingsmaðurin.
Men hann væntar, at stórar fyritøkur fara bara at útvega sær neyðugu útgerðina sjálvar, men tað hava smærri fyritøkur ikki ráð til.
Hetta er ein dyggur smeitur, serliga fyri smærri vinnurekandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Og tað undrar hann, at tað tað almenna fer at bjóðar tænastuna út fyri ein prís, sum er so nógv hægri enn privati marknaðurin kundi veita hana. Fyri, sigur hann.











