Ein dani millum tey særdu í London

Ein av teimum 48 fólkunum, sum vórðu særd í álopinum í London leygarkvødldið, er danskur ríkisborgari, og hann er í betring.

 

Tað upplýsir Udenrigsministeriets Borgerservice á Twitter.

 

Viðkomandi er í betring og væntast útskrivaður av sjúkrahúsinum í dag ella í morgin.

 

Perónurin er danskur ríkisborgari og hevur dupultan ríkisborgaraskap. Tann særdi býr uttan fyri Danmark. Saman við avvarðandi hevur persónurin fingið boðið hjálp frá donsku sendistovuni í London.

 

Udenrigsministeriets Borgerservice vil ikki siga meira um málið. Tí er ikki greitt, um talan er um mann ella kvinnu, ella hvussu gamal persónurin er.

 

Udenrigsministeriets Borgerservice upplýsir tó, at tey framhaldandi fylgja støðuni eftir álopið. Sunnudagin ljóðaðu boðini frá borgerservice, at myndugleikarnir hava hjálpt fleiri dønum, sum vóru nærindis álopið.

 

Fráboðanin um tann særda danan er eisini komin til forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen.

 

– Júst lendur í París fekk eg boðini um, at ein danir er millum tey særdu í álpinum í London. Ynski góðan betring til øll tey særdu, skrivar hann á Twitter.

 

Álopið var leygarkvøldið, tá ein hvítur vøruvøgnur torpederaði gongufólk á London Bridge. Síðani stungu teir fleiri fólk niður í økinum, sum er kent fyri sínar barrir og matstovur.

 

Illgerðarmenninir drupu sjey fólk og særdu 48. Av teimum er 32 enn innløgd á sjúkrahúsi, og hjá 15 teirra er støðan framvegis kritisk..

 

Á middegi minstust bretar ofrini í álopinum.

 

Hildið verður, at tilsamans tríggir menn framdu álopið í London leygarkvøldið. Allir vórðu dripinir av løgregluni.

 

Bretska løgreglan avdúkaði um middagsleitið í dag, hvør tann triðji maðurin var í álpinum. Tað verður hildið at vera tann 22 ára gamli Youssef Zaghba úr Eysturlondon.

 

Í gjár almannakunngjørdi løgreglan í London samleikan hjá hinum báðum illgerðarmonnunum. Teir eita Khuram Shazad Butt og Rahid Redouane.

 

/ritzau/