Tikin fyri narkokoyring

Í ferðslukanningum hjá løgregluni í nátt var einki at seta fingurin á í Havn, men í Eysturoy varð ein bilførari tikin fyri narkokoyring.

 

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað bilførarar fyri møguliga rúsdrekka-og narkokoyring, sum tey rópa tað.

 

- Í Havn vórðu umleið 10 bilførarar kannaðir, og her var einki at seta fingurin á. Einki mál varð skrivað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Um 03.30-tíðina í nátt var løgreglan eisini í Eysturoy, og her varð ein bilførari tikin, sum løgreglan heldur var ávirkaður av rúsevnum.

 

- Útslagið sigur, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum, og her er eisini blóðroynd tikin, visti vaktleiðarin at siga.

 

Í Eysturoy vórðu eisini ferðmátingar gjørdar í bygdum øki.

 

- Einir 15 bilar koyrdu um radaran, men eingin varð máldur at koyra skjótari, enn loyvt er, visti løgreglan at siga í morgun.