Ein ballansugongd

UPPSKOTIÐ til 1. útbjóðing hevur verið til 1. viðgerð á tingi og er farið í Vinnunevndina til víðari viðgerð. Flestu tingmenn róstu myndugleikunum og landsstýrismanninum fyri eitt gott uppskot, men kortini høvdu fleiri teirra ymiskt at spyrja um. Hví skal royalty bara vera 2%, hví hevur man heilt sæð burtur frá einum almennum oljufelag, hví er partafelagsskatturin ikki eins fyri øll feløg, hví trúgva vit so nógv uppá oljufeløgini, hví kann føroysk vinna ikki fáa framíhjárætt, hví hevur landsstýrið ikki gjørt av, hvar oljuútgerðarhavnin skal vera osfr. osfr.?

EIN 1. viðgerð av einum so stórum máli eigur ikki at skundast ígjøgnum. Hon eigur at elva til tjak, og tað eiga at verða settir spurningar. Ein saknaði kanska eina meira nágreiniliga viðgerð av teimum ymsu lutunum í øllum málinum. Tað var líkasum farið ov skjótt og ov lætt yvir stóru spurningarnar. Men har vórðu sett fleiri spurnartekin, og vónandi fáa tingmenn svar undir viðgerðini í Vinnunevndini. Eru treytirnar ov linar ella hevur man kravt tað, sum er gjørligt til tess at skapa áhuga fyri leiting? Áhugavert kundi verið at hoyrt grundgevningarnar hjá Fíggjarmálastýrinum fyri tí skattliga partinum.


HETTA er einki lætt mál, heldur ikki hjá tingmonnum at taka støðu til. Tí hetta er ein nýggj og fremmand verð fyri okkum øll. Og hetta er ein verð, har bara ein lítil skeiv avgerð kann koppa øllum. Talan er um eina ballansugongd millum at tryggja ognaranum, tvs. Føroyum sín fulla og rættvísa rætt til tilfeingið, samtíðis sum tú tryggjar teimum, sum skulu gera íløgurnar og harvið skapa grundarlag undir okkara egna ágóða, so mikið góðar umstøður, at teir eru tilreiðar at vága stórar upphæddir.


OLJUMÁLASTÝRIÐ hevur gjørt eitt stórt arbeiði og onnur stýri við. Men stóri spurningurin hjá politikarunum er: er hetta nokk? Er tað nakað, sum kundi verið gjørt øðrvísi? Nú hevur Vinnunevndin ikki bert møguleika men eisini skyldu til at fylla karmarnar út við at finna seinastu svarini. Tað er tí ómetaliga týdningarmikið, at Vinnunevndin setir seg í samband við fólkini, sum hava lagt alt hetta tilrættis og kanska eisini ger eitt uppsøkjandi arbeiði sjálv við t.d. at spyrja seg fyri hjá t.d. serfrøðingum innan oljuskatt í Danmark og øðrum londum enn Bretlandi. Og t.d. fáa eina útmelding frá norðmonnum um almenna oljufelagið. Hetta merkir, at tað liggur stór ábyrgd á Vinnunevndini nú - soleiðis at tað besta fæst burtur úr. Tað kann heldur ikki vera rætt at vera ímóti verandi uppskoti bara fyri at vera ímóti. Tí her liggur sanniliga stórt arbeiði og ikki minst nógvar metingar aftanfyri. So til seinast og síðst hevur tað nógv at siga at royna at skilja, hví embætisfólkini og ráðgevar teirra eru komin til tær niðurstøður, sum eru í uppskotinum. Harfyri ber kortini til at ?kjekka? tingini hjá øðrum eisini.