Ein avbjóðing

Jóannes Patursson og familja hansara taka nú yvir garðin í Kirkjubø eftir seytjan ættarlið. Hetta metir hann sum eina stóra og spennandi avbjóðing

Í heili seytjan ættarlið hevur Patursson ættin rátt fyri borgum á stóra kongsgarðinum í Kirkjubø. Garðinum, ið hevur havt størsta søguliga leiklutin av øllum gørðunum í Føroyum.

Hóast Sólvá og Páll Patursson, ið hava rátt á garðinum tey seinastu mongu árini, ikki enn eru vorðin gomul, hava tey avgjørt at lata ábyrgdina av garðinum í hendurnar á syni teirra, Pálli Paturssyni. Yvirtøkan er góðkend av Jarðarráðnum, skjalið er undirskrivað og er í løtuni til tinglýsingar. Men hóast hetta, verður sjálv yvirtøkan innanhýsis ikki framd í verki fyrr enn eftir nýggjár.


Lítil broyting

Hóast yvirtøkuna, kunnu ikki væntast tær heilt stóru broytingarnar á garðinum í Kikjubø. Hildið verður fram at reka landbúnað, samstundis, sum garðurin eisini framhaldandi fer at hýsa kendum og minni kendum, føroyskum og útlendskum gestum til veitsludøgurðar í roykstovuni. Eisini halda vanligu, dagligu rundferðirnar og frágreiðingarnar á garðinum fram, sum áður.

Broytingin í sjálvum sær verður bert, at Jóannes nú fær ábygdina fyri neytunum og seyðinum, meðan foreldur hansara framhaldandi verða búgvandi á garðinum og framhaldandi vera ambassadørar fyri Føroyar og føroysku ferðavinnuna.

Tað, at Jóannes yvirtekur garðin, fer tó kanska eisini at hava ta broyting við sær, at eldru bóndahjúnini í Kirkjubø fara at gera meira við ferðavinnuna og at umboða Føroyar. Hetta fer nú at verða høvuðsstarv teirra, og ikki bert eitt síðustarv til landbúnaðin, eins og tað áður hevur verið.


Góðar fortreytir

Fortreytirnar hjá Jóannesi Paturssyni fyri at taka yvir garðin eru góðar. Hann hevur, eins og fimm ættarlið undan honum, gingið á kenda landbúnaðarskúlanum Stent í Noregi, og hartil hevur hann eisini starvast á bóndagarði í Australia í eitt ár.

Av tí, at Patursson ættin er so kend á høgt virda skúlanum í Noregi, var tað skúlin, ið heitti á Jóannes um at koma til Noregs at ganga í skúla og ikki øvugt. Tað bar soleiðis á, at umboð fyri Stent eitt árið vitjaðið hjá bóndahjúnunum í Kirkjubø, og stutt eftir, at hesin var farin aftur til Noregs, kom bræv frá skúlanum, har Jóannesi varð boðið pláss.

Síðani Jóannes var liðugur við skúlan, hevur hann hjálp til á garðinum hjá foreldrunum, eins og hann hevur gjørt gjøgnum uppvøksturin. So hevur nakar holla vitan innan føroyskan landbúnað og landbúnað sum heild, er tað Jóannes.


Krúnprinsurin

Jóannes er samdur í, at tá garðurin í Kirkjubø gjøgnum so langa tíð hevur verið í somu ætt, kennist tað sum ein skylda at skula yvirtaka garðin. Jóannes kann sigast at hava verið krúnprinsurin til kongaríkið í Kirkjubø - hóast hann í sínum lítilætni ikki tekur undir við so stórslignari lýsing.

Men Jóannes hevur aldri kent tað, sum at foreldrini hava troka á, fyri at fáa hann at hava áhuga fyri garðinum við tí fyri eygað, at hann einaferð skuldi yvirtaka hann. Tvørturímóti hava tey stuðlað honum í at ment seg á mongum øðrum økjum umframt landbúnaðarøkinum, og hetta er hann glaður fyri.

Jóannes viðgongur, at hann ikki altíð hevur hildið landbúnaðin og bóndalívið vera serliga spennandi. Hann hevði áhuga fyri hesum sum barn, men eitt tíðarskeið í uppvøkstrinum hvarv hesin áhugi. Men samstundis er Jóannes skjótur at vísa á, at so hvørt hann eldist, kom áhugin aftur, og í dag metir hann bóndastarvið sum eitt mennandi og krevjandi strav, ið ikki bert gongur út uppá at fóðra, mjólka, sópa, hoyggja og slakta.

Bóndalívið inniheldur so nógv annað. At vera bóndi á einum so stórum garði, sum tí í Kirkjubø, kann metast sum at vera stjóri á egnum virki. Jóannes skal leggja framtíðarætlanir fyri, hvussu garðurin skal mennast, ansast skal eftir pengakassanum og so fram vegis. Jú, Jóannes og kona hansara síggja stórar avbjóðingar í at yvirtaka søguliga garðin í Kirkjubø.


Virðir tað gamla

Sum øllum kunnugt, er bóndagarðurin í Kirkjubø ein ógvuliga gamal og søguligur bóndagarður. Húsini, har Sólvá og Páll búgva, eru tey elstu húsini í landinum, sum fólk býr í. Tískil hava húsini eins og gamla kirkjan, múrurin og sjálv bygdin eina ríka søgu.

Hesa søgu hevur Jóannes ógvuliga stóra virðing fyri, og sær hann tað sum eina stóra uppgávu at seta seg væl og virðiliga inn í søguna, nú hann yvirtekur garðin.

Men landbúnaðurin er í menning ? eisini tøkniliga. Og sjálvsagt hevur ungi bóndin hugsjónir um at menna garðin eftir nýggjum hættum innan landbúnaðin. Men alt verður gjørt við stórari virðing fyri tí gamla. Jóannes fer ikki at broyta bara fyri at broyta. Hann heldur, at ansast skal væl eftir at broyta nakað, ið hevur gingið so væl so leingi. Í skemti sigur hann í hesum sambandi, at um hann ikki røkir arbeiðið nóg væl, kann væntast, at seytjan ættarlið fara at spøkja eftir honum.


Politikarar mugu sýna vilja

Jóannes Patursson er sannførdur um, at Føroyar kunnu gerast sjálvbjargnar við øllum landbúnaðarvørum, um politikararnir sýna eitt sindur av vilja fyri at stuða landbúnaðinum. Higartil heldur hann ikki, at hesin vilji hevur verið til staðar.

Men Jóannes sær bjart upp á framtíðina. Hann vísir á, at millum annað sláturvirkið hjá MBM í Hósvík hevur gjørt tað lættari at vera bóndi.

Kona Jóannes er gartnari, og hevur tískil eisini kunnleika til landbúnaðin, og sær Jóannes hana sum ein dyggan stuðul, nú garðurin verður yvirtikin.

Sosialurin ynskir Jóannesi og konuni góða eydnu við garðinum. Sum skilst er enn eitt nýtt ættarlið væl á veg, og fara vit eisini at ynskja tí vælkomnum.