Tað loypti hvøkk á vanliga føroyingin, tá ið Eik Samtakið og Fiskavirking fóru av knóranum í seinnu helvt av 2010. Tað sæst aftur í konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum, sum vóru eitt sindur neiligari í januar í ár samanborið við konjunkturkanningina í juni 2010. Tað gekk annars rætta vegin við treystinum hjá brúkarunum samstundis sum framgongd spakuliga kom í aftur føroyska búskapin. Treystitalið hjá føroysku brúkarunum fór úr -29 í januar 2008 upp í -3 í juni 2010, men er nú fallið niður aftur á -9.
Tað kemur neyvan óvart á nakran, at hendingarnar við Eik, Fiskavirking og arbeiðssteðgurin í fiskiflotanum hevur ávirka treystið hjá føroysku brúkarunum skeiva vegin. Hendingarnar hava samanumtikið givið vanliga føroyinginum eina neiligari fatan av búskaparligu gongdini. Hetta sást serliga aftur í eftirspurninginum eftir drúgvum nýtsluvørum.
Eftirspurningurin eftir bilum minkaði til dømis síðstu mánaðirnar av 2010.
Annars var samlaða bilasølan hægri í 2010 enn í 2009.
Konjunkturkanningin gevur ymisk tekin um føroysku brúkaraaatferðina og privata eftirspurningin í nærmastu framtíð. Føroyski brúkarin hevur verri vónir um sína egnu fíggjarstøðu og um gongdina í føroyska búskapinum sum heild, men brúkarin væntar ikki, at arbeiðsloysið fer at vaksa komandi 12 mánaðirnar. Tað eru heldur færri, sum ætla at brúka pengar til størri keyp og størri ábøtur á húsini, samstundis sum fleiri ætla at keypa bil og nýggj hús komandi árið.









