Eik kann ikki fara á heysin

Tað er so gott trygdarnet undir Eik, at bankin kann rætt og slætt ikki fara á heysin. Tað sigur Thomas Dam, sum er formaður í Búskaparráðnum.

Hann sigur, at tað er sostatt eingin orsøk at stúra fyri, at kreppan í Eik kann fáa alt samfelagið at ridla, soleiðis, sum nøkur hava stúrt fyri.

Hann sigur, at danski staturin hevur skipað felagið ?Finansiel Stabilitet?, fyri at tryggja, at tað ikki skal føra skrædl við sær, at ein banki kemur í óføri.

Trygdarnetið umfatar eisini føroyskar peningarstovnar.

Verður endin við kreppuni í Eik, at tað verður Finans-iel Stabilitet, sum bjargar bankanum, verður Eik skrásettur í nýggjum partafelag, so virksemið heldur fram í nýggja felagnum.

Soleiðis fara vanlig viðskiftafólk hjá Eik ikki at merkja stórvegis til trongu støðuna, sum bankin er í.

Tann einasti, sum fer at merkja nakað til støðuna, eru partaeigararnir, sum missa sín partapening.

Thomas Dam sigur, at Finans-iel Stabilitet fer síðan at selja aktivini hjá bankanum, bæði lán til privatfólk og lán til fyritøkur, og lánini halda so fram.

Kortini kann koma fyri, at nýggi eigarin broytir treytirnar hjá summum lántakarum.

- Men ein nýggjur eigari keypir bara aktivini í Eik sum eina íløgu, og tí er hann sjálvandi ikki áhugaður at koyra viðskiftafólk, sum røkja sínar skyldur, á heysin, sigur Thomas Dam.

Hann hevur framvegis ikki tikið støðu, um tað er rætt av landsstýrinum at seta pengar í Eik. Tí veit hann ikki, hvat hann skal mæla landsstýrinum til.

Megna íleggjararnir at lúka kapitalkrøvini, sum Fíggjareftirlitið hevur sett, verður Finansiel Stabilitet ikki blandað uppí.