Eik hækkar partapeningin

100 milliónir verða bodnar út til nytekning. Kursurin fyri hesar verður 575 Í tíðindaskrivi sigur Eik, at nýggju partabrøvini verða útboðin við fortekningarrætti til verandi partaeigarar í Eik. Teir fáa rætt at tekna partabrøv í lutfallinum 1 til 7. Tað merkir, at partaeigarar kunnu tekna 1 partabræv á nominelt DKK 100 fyri hvørji 7 partabrøv á tilsamans DKK 700, ið teir eiga, tá kapitalhækkingin byrjar.

Um so er, at verandi partaeigarar ikki brúka fortekningarrætt sín til fulnar, fáa nýggir íleggjarar ella partaeigarar, ið ynskja at seta seg fyri fleiri partabrøvum, møguleika at seta fram bindandi boð uppá nýggj ella fleiri partabrøv.

Tekningartíðarskeiðið er 14 dagar.

Kapitalhækkingin verður í minsta lagið nominelt DKK 78,3 mió kr., og henda upphædd er longu garanterað. Kapitalhækkingin verður í mesta lagi nominelt DKK 101,6 mió.kr.

Kapitalhækkingin fer fram, so skjótt øll løgfrøðilig skjøl, m.a. prospekt, eru góðkend hjá avvarandi myndugleikum ? væntandi í hesum mánaðinum.

Keypsskjal og prospekt verða í næstum til taks á deildunum hjá Eik og á heimasíðu bankans, verður sagt í tiðindaskrivinum.