Eigur pening til góðar hjá Fiskimálaráðnum

- Vit hava fingið ein stóran part av pengunum fyri arbeiði, sum vit gjørdu, tá ið Olshana fórst á Flesjunum, men enn vantar okkum tað, sum Fiskimálaráðið skal borga fyri, sigur Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá kommununum við Skálafjørðin

Olshana

 

Tað hevur tikið langa tíð hjá landsins myndugleikum at rinda sløkkiliðum og øðrum tað, tey eiga til góðar eftir skipsbrotið við Olshanu.

Í fyrsta varð eitt stórt ”apparat” sett í gongd til tess at bjarga skipinum, og í øðrum lagi varð nógv reist á føtur fyri at byrgja upp fyri eini dálkingarvanlukku.

Tað eydnaðist ikki at bjarga skipinum, men hinvegin eydnaðist í stóran mun at byrgja uppfyri eini stórari dálkingarvanlukku.

Oljudálkingin gjørdist tíbetur ikki so stór, sum fólk stúrdu fyri, tá ið Olshana fór at leka olju, og hann legðist við lágætt, sum førdi olju inn á Skálafjørðin og norður í Sundalagið. Tá ið ættin seinni skifti, setti olja eisini móti landi aðrastaðni, eitt nú móti Hvítanes-landinum.

 

Mistu útgerð

Eitt er, at feløg og einstaklingar løgdu alla sína orku í hetta arbeiði. Annað er, at slíkt arbeiði eisini kostar pening, tí fáur er tann, sum kann brúka tíð, orku og útgerð og ikki fáa hetta endurgoldið.

Eitt av feløgunum, sum eisini mistu útgerð, tá ið Olshana sakk, var Skálafjarðar Sløkkilið, sum misti tríggjar pumpur, ið fórust við skipinum.

- Tað er soleiðis, tá ið eitt slíkt skipsbrot hendir, liggur ein partur av ábyrgdini undir innlendismálaráðnum og ein annar partur undir fiskimálaráðnum.

Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá kommununum við Skálafjørðin, sigur, at felagið hevur fingið tann partin endurgoldnan, sum liggur undir ábyrgdini hjá innlendismálaráðnum, meðan tann parturin, sum fiskimálaráðið varðar av, enn ikki er goldin, hóast skipsbrotið hendi 2. august í 2007.

 

Long bíðitíð

- Tær tríggjar pumpurnar, sum vit mistu, hava vit einki endurgjald fingið fyri. Vit hava keypt okkum pumpur og slangur aftur, og hetta er ein íløga, sum táttar í 400.000 krónur.

Brunaumsjónarmaðurin er onga løtu í iva um, at Skálafjarðar Sløkkilið fer at fáa írestandi peningin, og hann væntar, at útskrivingin av løgtingsvalinum er ein partur av orsøkini til, at hetta hevur drigið so langt út.

- Hetta snýr seg helst um, at játtanir skulu til, og eg trúgvi, at tað er hetta, sum ikki rættiliga er komið upp á pláss.

Sunleiv heldur kortini, at tá ið slíkar uppgávur verða gjørdar fyri tað almenna, átti tað kortini ikki at verið neyðugt at bíða so leingi eftir ágóðanum.

- Okkara partur liggur um 1,2 miljónir krónur, men tá hava vit eisini havt fleiri undirveitarar, sum eisini eiga sín ágóða av hesum.

 

Gott samstarv

Hann sigur, at tá ið Skálafjarðar Sløkkilið varð tilkallað, var málið í fyrsta lagi at bjarga skipinum.

- Fyrsta uppgávan, vit høvdu, var at pumpa sjógv úr skipinum, men tá ið tað ikki eydnaðist at bjarga Olshanu, og olja fór at leka úr tangunum, gjørdist okkara uppgáva at leggja byrgingar út, taka olju upp og byrgja uppfyri dálking.

Brunaumsjónarmaðurin sigur, at samstarvið við MRCC var sera gott undir hesum arbeiði – heilt frá byrjan til endan.

- Onkrir smávegis samskiftistrupulleikar vóru, men sum heild gekk samstarvið útmerkað, leggur Sunleiv Højgaard dent á.

 

Nógv atlit

Tað er ikki bara sum at siga tað at fáast við fyribyrging av dálking og upptøku av olju.

- Vit høvdu eitt ávíst tal av oljusperrum úti, og aðrar lógu klárar, um fleiri ”álop” komu.

Hann vísir á, at Skálafjarðar Sløkkilið eisini hevði neyvt samstarv við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um, hvussu fram skuldi farast.

- Ymisku økini eru býtt upp, og tað er ikki allastaðni, tú bara kanst flyta oljusperringar úr einum øki í annað. Ásetingar um smittuvanda gera, at neyðugt er at vaska sperrur og aðra útgerð, sum nýtt verður til fyribyrging og upptøku, áðrenn útgerðin kann flytast millum ávís øki.

Sunleiv sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið tí

eisini noyddist at syrgja fyri, at útgerðin bleiv vaskað og sóttreinsað fyri smittu, og eisini varð neyðugt at koyra útgerð, sum brúkt hevur verið í einum øki, í afturlatnum bingjum millum økini.

 

Tilbúgving kostar

Brunaumsjónarmaðurin hjá kommununum við Skálafjørðin vísir á, at tað almenna noyðist at ásanna, at tilbúgving eisini kostar pening.

- Tað kann ikki vera soleiðis, at vit, sum altíð eru til dystin fús og eru klárir at traðka til og hjálpa, tá dálking hóttir umhvørvið, skulu stúra fyri, at vit møguliga ikki fáa okkara part endurgoldnan.

Hann heldur, at um stríð verður um slík mál, er ivasamt, um Føroyar fara at hava nakra tilbúgving, tá ið ein slík vanlukkan hendir aftur.

- Vit vænta sjálvsagt at fáa peningin, sum vit eiga til góðar, men samstundis mugu vit ásanna, at hetta hevur tikið langa tíð, sigur brunaumsjónarmaður.

 

Olshana liggur

Sunleiv Højgaard sigur, at honum kunnugt kemur eingin oljan av týdningi upp úr Olshanu nú.

- Skipið liggur væl og djúpt, har tað liggur í móru. Hetta er deyðavatn, og eg trúgvi ikki, at stórur vandi í løtuni er fyri, at olja fer at leka úr skipinum.

Hann heldur, at myndugleikarnir nú hava stundir til at meta um støðuna og taka avgerðir um, hvat skal henda við skipinum.

- Tøknin við upptøku av olju broytist og mennist alla tíðina, og eg trúgvi, at nú skipið liggur, sum tað liggur, hava myndugleikarnir góðar stundir at meta um viðurskiftini og taka røttu avgerðirnar, sigur Sunleiv Højgaard.