Eiga nú steypið

FM-sigurin leygardagin var tann triði á rað hjá Stjørnuni. Tað vil siga, at tær nú eiga steypið, sum kappast hevur verið um í Sunset-deildini

Samstundis var hetta eisini fimti sigurin hjá Stjørnuni, síðani steypið varð latið, og tí høvdu tær tvær orsøkir til at siga, at tær nú eiga steypið. Ferðasteypið gerst nevnliga ogn hjá tí liðnum, sum vinnur annað hvørt fimm ferðir á rað ella tríggjar ferðir tilsamans.