Eiga ikki at finnast at USA

Ísraelski forsætisráðharrin biður sínar ráðharrar gevast við at finnast at USA og amerikonsku stjórnini Ehud Olmert sigur bart út, at hann er troyttur av at hoyra sínar ráðharrar finnast at USA.

Herfyri segði ein amerikonsk frágreiðing, at Iran legði sínar kjarnorkuvápnaætlanir til viks í 2003, men fleiri ísraelskir ráðharrar hava sagt, at teir hava ikki álit á amerikonsku frágreiðingini. Tann seinasti at finnast at henni var ráðharrin í trygdarmálum, Avi Dichter.

Men nú hevur Olmert mist tolið við teimum atfinningarsomu ráðharrunum, og teir hava tí nú fingið boð um at tiga, skrivar Reuters.