Eiga ikki at broyta útlendingalógina

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir politikarunum frá at broyta útlendingalógina, so hon verður tann sama sum undan broytingini seinasta summar. Arbeiðsgevarafelagið siga, at ætlanin at broyta lógina kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tann politiska skipanin er ikki før fyri at hava gagnligar og stabilar vinnukarmar í Føroyum. Hvørki í góðum ella ringum tíðum.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tað gingu í minsta lagi fýra ár, til ein skipan varð funnin fyri ES-borgarar, og nú vit hava havt nakrar fáar mánaðir við arbeiðsloysi millum 3,5 og 4 prosent, er líkt til, at myndugleikarnir ætla at viðgera útlendingalógina av nýggjum.

-Eitt gott ár er alt ov stutt tíð, og hvørki myndugleikar ella vinna hava fingið veruligar royndir av skipanini, sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum swigur tað vera sera ørkymlandi, at tað yvirhøvur verður umhugsað at broyta skipanina aftur longu nú, verður sagt.

Tosað verður um at lata dyrnar aftur fyri útlendskari arbeiðsmegi, samstundis sum arbeitt verður við at fáa tættari tilknýti til ES, og summi tosa enntá um ES-limaskap.

Sambært felagnum er arbeiðsmegin í Føroyum umleið 30.000 fólk. Síðani 1. juli í fjør eru 220 arbeiðsloyvi givin eftir broyttu útlendingalógini, og sostatt eru útlendingarnir 0,73 prosent av arbeiðsmegini, sigur felagið í skrivinum.