Útbygging av samferðslukervinum í landinum hevur alla tíð verið eitt felagsynski hjá øllum landsmonnum. Løgtingið hevur mangan tikið stór og tung tøk fyri at náa hesum máli, og hóast kostnaðurin ofta hevur verið stórur, so hava øll fegnast um úrslitið, og so vítt mær kunnugt hevur ongin gramt seg um, at hetta hevur verið so og so dýrt fyri samfelagið.
Løgtingsmenn og onnur hava altíð havt hugsan um og ábyrgd fyri, at sum frægast átti at verða fingið burturúr og farið um skattapening fólksins.
Vit hava fingið ein "nýggjan" hóp av landsmonnum, og hetta er tengt at teimum "nýggju" skúlaðu fólkunum. Og hesin hópur er eisini komin fram at hægsta politiska avgerðarstignum.
Vendingin "cost benefit" verður nýtt um vinnuligt virksemi, um hetta loysir seg at fremja, ella um hetta ikki eigur at verða framt, ella eisini steðgað!
Í fíggjarhøpi í Føroyum verður nú hugtakið "cost benefit" eisini nýtt um, hvørji fólk og bygdir í samfealgnum, tað "loysir" seg at nýta pening til, fyri at hesin partur av samfelagnum skal yvirliva, ella um hann heldur skal avtoftast!
Hjá mær er munur av einari fyritøku og so einum parti av samfelagnum, bæði fíggjarliga, menninskjansliga og mentannarliga.
Fyritøkan verður sett á stovn fyri at fáa vinnuligt avkast, meðan smærru økini í landinum eru eru ein partur av Føroyum, og tí kunnu hesi ikki samanlíknast!
Um vit so fara í gerandisdagin og hugsa okkum, at í einum heimi verða trý framkomin og hugnalig rúm gjørd til okkara fýra børn. Hvør vil so ikki skapa somu umstøður hjá tí fjóðra barninum?
Nú verður tosað um frá politiskari síðu, at vit mugu útbyggja samferðslukervið við einum fimm milliardum krónum eftir einari "samhaldsfastari" skipan yvir eitt ávíst áramál, og nú skulu nevndir setast til at útgreina hetta nærri!
Talan hevur verið um at fíggja sandoyartunnilin yvir fíggjarlóg landsins, og er nakar hóttur meiri samhaldsfastur en hesin?
Alt hetta tos er onki annað, enn at sleppa frá at gera hesa íløgu.
Mín niðurstøða er tí, at hóast lovprísing av hesum "væl skúlaðu" fólkum, so komi eg bert til, at hesi møguliga eru egnað til at stýta eini fyritøku, men tey eru óegnað at stýra einum samfelagi!










