Eidesgaard atkvøddi Reynatúgvu úr tinginum

Lagnunnar speisemi kann vísa, at tað var atkvøðan hjá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins, sum sendi Páll á Reynatúgvu út í politiska myrkrið

Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð Páll á Reynatúgvu at vinna nóg mikið av atkvøðum til ein løgtingssess. Hann gjørdist nummar 10 á listanum hjá Tjóðveldi, sum merkir, at hann verður fjórði varamaður floksins.

Um so verður, at Tjóðveldi fer í samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn, so fær Tjóðveldi helst trý landsstýrisfólk, sum mest sannlíkt verða úr tingmanning floksins. Tey kundu til dømis verið Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

Tað merkir so, at Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard fáa sæti sum føst varafólk á tingi fyri tey trý landsstýrisfólkini.

Páll á Reynatúgvu verður við sviðusoð.

Men tá fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins og fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard alment hevur boðað frá, at hann hesaferð vendi gamla flokki sínum bakið og valdi Tjóðveldi, so er sjón fyri søgn, at júst atkvøðan hjá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins er atkvøðan, sum merkir, at Páll á Reynatúgvu ikki sleppur á ting – um so verður, at Javnaðarflokkurin tekur Tjóðveldi við í samgonguna. 

 

Orsøkin til, at fyrrverandi javnaðarformaðurin hesaferð hevur valt Tjóðveldi er, at sonur hansara, Erling Eidesgaard, var uppstillaður fyri Tjóðveldi.

– Hóast eg hvørja einastu ferð í eina hálva øld havi valt ein og sama flokk, so geri eg nú tað undantak, at eg velji sonin framum, gjørdi Jóannes Eidesgaard kunnugt á Facebook.

Hevði Jóannes Eidesgaard hildið seg til sín egna flokk – ja so hevði tað verið Páll á Reynatúgvu sum hevði fingið síðsta varasessin hjá Tjóðveldinum – um altso Tjóðveldi verður við í nýggju samgonguni.

 

Soleiðis fullu atkvøðurnar á tjóðveldislistanum til løgtingsvalið hósdagin. Tjóðveldi fekk seks tingfólk. Fara trý teirra í landsstýrið, so koma trý tey næstu á ting, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard:

 

1          Høgni Hoydal  760

 

2          Bjørt Samuelsen          759

 

3          Sirið Stenberg 457

 

4          Hervør Pálsdóttir        376

 

5          Annika Olsen   335

 

6          Dennis Holm   305

 

7          Eirikur í Jákupsstovu   295

 

8          Liljan Weihe    290

 

9          Erling Eidesgaard        216

 

10        Páll á Reynatúgvu       215

 

11        Sigrid Jensdóttir Dalsgaard     201

 

12        Anfinn í Toft    191

 

13        Annita á Fríðriksmørk 168

 

14        Óluva Klettskarð          157

 

15        Magni Arge     146

 

16        Høgni í Stórustovu      134

 

17        Jóhan Christiansen      126

 

18        Rógvi Nybo      93

 

19        Ásla Leila B. Johansen 88

 

20        Ingolf Sólheim Olsen   88

 

21        Jens Ivan í Gerðinum  71

 

22        Gudny Vang     64

 

23        Ronnie Thomassen     64

 

24        Kristian Oskar Henriksen        61

 

25        Fróði Bjarkason Skúvadal        58

 

26        Jógvan Jón Henriksen 43

 

27        Jón Kragesteen            43

 

28        Pól Jóhannus Toftegaard Larsen         37

 

29        Trina Eysturoy 36

 

30        Christian Guttorm Mathisen   29

 

31        Jensina Olsen  26