Tá fólkaatkvøða var um kommunusamanlegging hin 3. mai, vóru fólk í Eiðis kommunu ikki í iva. Á fólkaatkvøðuni høvdu tey tveir kostir í at velja – samanlegging við Sunda kommunu ella ei.
Stórur meiriluti
Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur, at í fólkinum var eingin ivi – ikki í verandi løtu í hvussu er.
- Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at umleið 80% av fólkinum søgdu nei til samanlegging.H
Hann vísir á, at eftir fólkaatkvøðuna hevði bygdaráðið fund, og tá staðfesti tey avgerðina hjá fólkinum.
- Vit halda, at tað er fólksins vilji, sum eigur at sleppa at ráða, og tí staðfestu vit, at tað verður eingin samanlegging, soleiðis sum støðan er.
Ikki fyri
Heldur ikki í Eiðis bygdaráð hevur nakar serligur áhugi verið fyri samanlegging við Sunda kommunu.
- Vit eru sjey, sum manna bygdaráðið, og eg veit ikki um nakran, sum greitt tekur undir við, at Eiðis kommuna verður løgd saman við Sunda kommunu.
Rólant Poulsen vísir á, at hann sjálvandi ikki veit, hvat hvør einstakur bygdaráðslimur atkvøddi á fólkaatkvøðuni, men hann heldur ikki, at nakar alment hevur sagt seg taka undir við samanlegging.
- Vit høvdu bara hendan eina valmøguleikan á fólkaatkvøðuni hin 3. mai, og hann varð altso vrakaður av fólkinum, leggur Rólant Poulsen, borgarstjóri, aftrat.










