Ei dáni í um Sambandsflokkurin missir undirtøku

Atli Hansen

Eftir øllum at døma hevur Sambandsflokkurin eina fasta undirtøku frá 20 – 25% av veljarunum uttan mun til, hvør ið situr við leiðsluni av flokkinum. Tað sær út til at vera torført at fáa hann niðurum 20%, men góðir seljarar hava í meingarkanningum havt hann omanfyri 30% - ja, heilt upp til 36% minnist meg rætt. Og í hesum intervallinum liggur hann framvegis og damlar, hóast hann nærum hevur mist róðurkraftina.
Men kann hetta halda áfram? Hvussu langt røkkur tolið hjá okkum veljarum, sum skulu levera hesi 20 – 25% av atkvøðunum?
Síðani flokkurin fekk nýggjan formann hava afturvendandi veljarakanningar víst, at bert 2% av Føroya fólki og t.v.s. max 8% av sambandsveljarunum halda, at okkara formaður er eitt løgmansevni. Hetta meti eg at vera ein stóran trupulleika fyri flokkin.
Leiðarnir fyri hinar stóru flokkarnar fáa uml. 20% undirtøku fyri at blíva løgmaður ella stórt sæð tað, sum svarar til støddina á flokkinum. T.v.s. at í hesum flokkunum halda úti við 100% av veljarunum, at teirra formaður eigur at gerast løgmaður. Í Sambandsflokkinum eru sum sagt bert 8% av veljarunum av hesi áskoðan.
Allir veljarar vilja hava sín leiðara at enda sum løgmann, og hevur flokkurin einki evni at bjóða fram, fer hann at missa veljarar – eisini niður um tey 20%. Formaðurin kann ikki bara vísa til, at hann ikki lurtar eftir veljarakanningum. Til seinastu veljarakanningina sigur hann seg vera nøgdan hóast afturgongd. Hetta eru døpur orð frá einum leiðara. Hann má kenna seg vónbrotnan yvir, at tey 2% ikki hækka soleiðis sum hann lovaði okkum jú nærri vit komu valinum.
Og sum um hetta ikki var nokk, so hevur flokkurin ein næstformann – ein krúnprins – sum seinasta mánaðin ella tveir hevur klárað at farið 540 stig runt um seg sjálvan. Fyrst tók hann sín stuðul frá samgonguni, tí hann kom í minniluta í eini demokratiskari proces. Ein demokratur av sonnum, má ein siga. Formaðurin hevur so nýtt drúgva tíð til sjónleikin um at fáa næstformannin upp á pláss aftur. Tað hevur ikki eydnast og má sigast at vera illa av stað farið av formanninum – aftan á so langa tíð og so nógvar útmeldingar. Næstformaðurin kann eftir hetta ikki brúkast sum stuðul í samgongusamráðingum framyvir og kann tí helst ikki vera limur í einum politiskum flokki, sum vil takast í álvara.
Og so var næstformaðurin á veg til at stuðla samgonguni aftur, men setti nøkur krøv til Sambandsflokkin, sum hann ikki fekk uppfylt. Hvat er tað fyri krøv, ein kann seta til Sambandsflokkin fyri at stuðla samgonguni? Ætlaði næstformaðurin at binda allar tinglimirnar niður í eini ávísari atkvøðugreiðslu? Og so straffa samgonguna tá íð hann ikki fekk sín vilja í Sambandsflokkinum? Ein demokratur av sonnum. Einki undur at veljarnir venda sær frá flokki við tílíkum valevnum.
Bæði formaðurin og næstformaðurin hava nú komið flokkinum í eina so vánaliga støðu, at okkurt álvarsligt má henda á komandi landsfundi fyri at fáa framdrift í flokkin aftur, og sum sambandsmaður má ein vóna, at her fer at verða hugsað meira um trivnaðin hjá flokkinum framyvir í staðin fyri privat áhugamál og privata fáfongd. Tað kann ikki vera avgerandi hvør ið hevur flest fjallmenn, bestu hundar ella situr á floksapparatinum ella hevur tær røttu genirnar. Verandi formaður og næstformaður hava uttan iva verið góðir menn fyri flokkin í aðrar mátar, men teirra evnir til at leiða flokkin og breiða kunnleika um sambandshugsjónina hava ikki sligið ígjøgnum. Teir hava havt ríkiligt av tíð til at vísa í verki, hvat teir duga, men her er ov lítið komið burturúr.
Og tí má okkurt álvarsligt henda. Í fjør vóru tvey ár eftir til valið, men nú er bert eitt. Tað hevur tí dupultan skund at finna eina loysn. Tað ber ikki til at fara á val við hesari leiðsluni.
Til formansvalið á landsfundinum 2006 gjørdi Dimmalætting nógv burturúr at verja verandi formann bæði við vanligari skriving í sjálvum blaðnum men eisini við tí fyri eitt politiskt óheft blað so óvanliga at lata blaðstjóran gera samrøðu við sjónvarpið, har hann lýsti sín stuðul til verandi formann.
Nú tykist vend at vera komin í á Dimmalætting. Í oddagrein um vikuskifti heldur blaðið, at Sambandsflokkurin hevur fingið ein álvarsligan leiðslutrupulleika – ikki bara við næstformanninum, men eisini við formanninum, sum stendur eftir sum tann veiki. Og blaðið er farið at lýsa eftir fólki, sum hevur ambitiónir til at gerast formaður í Sambandsflokkinum, tí nú er tíðin búgvin til at bjóða seg fram.
Um Dimma nú er hyrnt sum hon er sint, so fer hon kanska at gera sítt til at formansval á landsfundi Sambandsfloksins verður eitt natúrligt fyribrigdi og ikki sum higartil nakað tey flestu hveppast við.
Sambandsflokkurin hevur brúk fyri einum leiðara og einum varamanni, sum kunnu savna allan flokkin um sambandshugsjónina og eg ynski landsfundinum eina hepna
hond til at loysa henda trupla spurning.
Gøtu á kyndilsmessu 2007