Egyptar góðkendu grundlógina

Enn hevur valnevndin í Egyptalandi ikki kunngjørt tað endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni um uppskotið til nýggja grundlóg, men Muslimski Bróðurskapurin sigur, aty 64 prosent av veljarunum atkvøddu fyri uppskotinum.

-Okkara útrokningar vísa, at 71 prosent atkvøddu fyri í gjár, og saman við úrslitinum í fyrra umfari gevur tað 63,8 prosent tilsamans, sigur ein talsmaður hjá bróðurskapinum við Reuters.

51 milliónir egyptar høvdu atkvæðurætt, og áhugin var so stórur, at valhølini vóru nakrar tímar longri opin enn ætlað