Egyptaland: Tann stóri fráferðardagurin

Tey, sum skipa fyri mótmælunum í Egyptalandi, hava gjørt av at nevna dagin í dag tann stóra fráferðardagin, og við tí sipa tey til, at tað er í dag, at Hosni Mubarak, forseti, skal fara frá.

Á Facebook fáa fólk um alt landið boð um at skipa fyri mótmælum, og sum skilst er ætlanin, at mótmælisfólkið í Kairo skal fara til forsetaborgina aftan á fríggjadagsbønina.

-So vit kunnu seta tann seinasta naglan í kistuna hjá stýrinum og kunngera, at 25. januar-kollveltingin hevur sigrað, stendur í boðunum á Facebook. 25. januar var dagurin, tá mótmælini byrjaðu.

Útlendsk tíðindafólk í Kairo siga, at støðan í býnum tykist sera spent í morgun. Eingin veit, hvat fer at henda í dag, men fleiri siga, at dagurin í dag kann fáa avgerandi týdning fyri Egyptaland og tess framtíð.

Nógvir eygleiðarar undrast á, at eingir løgreglumenn eru at síggja í miðbýnum í Kairo. Teir vísa á, at bæði forsetin, varaforsetin og forsætisráðharrin hava sagt, at teir ætlaðu sær at kanna, hví løgreglan ikki er til staðar. Tað ljóðar, at ovastin fyri løgregluni situr í húsavarðhaldi, at hansara bankakontur eru stongdar, og at hann hevur fingið forboð fyri at fara av landinum.