Høgni Hoydal
----
Hevur tú hugsað um, hvat í veruleikanum hendir í føroyskum politikki í dag?
Hevur tú hugsað um, at landsins stjórnarmeiriluti tosar um kreppu og um at lyfta í felag. Men at hetta eru somu fólk og sama tankagóðs, sum hava sitið við valdið øll undanfarnu árini? Og sum førdu tann politikk, sum skapti spekulasjón, kreppur og undirskot. Og nú siga tey, at her skal brúkast enn meira av sama medisini sum skapti trupulleikarnar?
Hvussu nógvar eyka byrðar eru lagdar á, og hvørjir niðurskurðir eru bornir av teimum hægstløntu í Føroyum – og ikki minst av teimum, sum gingu fremst í avgerðunum og ráðgevingini, tá spekulasjón í luftbløðrum og fiktivum virðum sendu allan búskapin á eggina?
Júst so. Tey á ovastu rók, hava tvørturímóti fingið ovurstórar fyrimunir og gávur, alt meðan samgongan tosar um kreppur og sparing. Samgongan gevur upp í 7000 krónur um mánaðin til hægstløntu stjórarnar. Og tekur upp í 1.300 krónur um mánaðin frá tí tímalønta, sum í fleiri ár hevur spart upp til eftirløn. Og tey, sum hava størsta tørvin á hjálp, skulu spara og skerjast.
Tríggjar sterkar frælsisrørslur
Allur politikkurin, sum verður førdur í dag, byggir á, at hvør skal nøra sær og leggja vertin á, hvat annar fær. Her er ongin hugsjón, men bert tann ráa egingirndin.
Tí síggja vit eisini, at hesin hugburður seyrar niður ígjøgnum alla skipanina. Og í samfelagskjakinum, har alt nú er “vit” og “tit”. Ongin tekur ábyrgd í politikkinum, men øll, ið hava sett seg á valdið, vaska hendur og royna at sæta sær og sínum áhugabólkum.
Egingirndarormurin er sleptur leysur. Og tað er hann, sum altíð hevur brotið niður. Hann hevur ongantíð bygt land, skapað tjóð, framburð ella fræls fólk.
Tað eru hinvegin frælsisrørslurnar, sum hava skapt allan tann framburð og tey virði, sum eru okkum dýrmætast. Tríggjar sterkar frælsisrørslur hava í nýggjari tíð bygt tey virðir og tann framburð, sum hava ment Føroyar.
Tann vinnuliga og sosiala frælsisrørslan
Tann eina er ein vinnulig og sosial frælsisrørsla. Frá avtøkuni av Einahandlinum, Bátsbandinum og avtøkuni av forboðnum hjá ognarleysum at giftast og seta búgv.
Ein rørsla, sum loysti tey bond og tey høft, sum vóru í feudalsamfelagnum. Har alt valdið og møguleikarnir lógu hjá nøkrum fáum ognarum, sum eisini umvegis embætisvald og kongsvald høvdu alt framíhjá.
Ein rørsla, ið knýtti nýggj bond millum menniskju. Og gav møguleika hjá fleiri at vinna burturúr tilfeinginum, troyta nýtt tilfeingi, og at skapa nýggjar inntøkumøguleikar, framleiðsluhættir og samband við umheimin.
Tjóðskaparliga frælsisrørslan
Annar meginmátturin og sterka rørslan, ið hevur gjørt dreymar og hugsjónir til veruleika, er tjóðskaparrørslan og stríðið fyri sjálvræði og javnrættindum hjá føroysku tjóðini.
Ein rørsla fyri samleika, fólkaræði, máli og mentan – og sambandi við allan heim. Ikki ein rørsla, sum segði føroysku tjóðina vera betri enn aðrar, ella vildi leggja aðrar tjóðir undir seg. Ella sum var vend ímóti øðrum mentanum og tjóðum (sum sambandspolitikarar enn tann dag í dag billa inn í fólk).
Men ein rørsla fyri sjálvsirðing og javnrættindum í heiminum. Fyri rættinum hjá øllum til skúla og upplýsing.
Øll tey stig, sum vit í dag meta sum okkara dýrastu ogn og framtíðarmøguleikar, hava havt sína drívmegi og sítt grundarlag í tjóðskaparrørsluni: Málið. Skúlin. Mentanin og listin. Vegir. Havnir. Søvn. Vinnuframtøk. Telefonsamband. Sjóvegis samband við umheimin. Flaggið. Fiskimarkið. Undirgrundin. Fróðskaparsetrið. Útvarpið. Sjónvarpið. Egin umsiting og fyrisiting av samfelagnum. Loftferðsla. Luttøka kring heimin undir egnum samleika innan mentan, ítrótt og list.
Verkafólka- og fakfelagsrørslan
Triði meginmátturin og triðja sterka rørslan, er verkafólka- og fakfelagsrørslan. Sum stríddist fyri rættindum hjá verkafólki, fiskimonnum, útróðrarmonnum, ognarleysum. Sum vildu loysa høftini og gera upp við stættarsamfelagið, ið hevði skapt nýggja yvir- og undirstætt í ídnaðar- og pengasamfelagnum.
Sum kravdi, at tey, ið skapa virðini við teirra hondum og høvdum, fingu rættvísa løn. Rætt til frítíð. Útbúgving. Heilsutænastur. Pensjón. Bústaðarmøguleikar. Og javnbjóðis ávirkan á samfelagsins avgerðir. At fólk høvdu javnrættindi og kundu gerast menniskju – ikki bara arbeiðsmegi og søluvøra hjá peningavaldinum.
Verkføll, felags stríð og hugsjónarfólk, hava skapað tey rættindi og tann framburð, sum vit í dag meta sjálvsøgd.
Hetta samhaldsfestið hevur borið Føroyar og hugsjónina um eitt vælferðarsamfelag við felags fígging og rættindum hjá øllum.
Tá frælsisrørslunar spjaðast vinnur afturhaldið
At hesar tríggjar frælsisrørslur støðugt eru farnar sundur – og hava verið slitnar sundur av sjálvsøkni, afturhaldni og donskum pengum, ið sambandspolitikarar hava brúkt til at ræða fólk við og keypa sær vald við – er ein vanlukka fyri Føroyar.
Verkamannarørslan og tjóðskaparrørslan áttu støðugt at havt gjørt tjóðskaparliga frælsisstríðið og stríðið fyri javnrættindum í samfelagnum til eitt og sama stríð. At staðið fast um, at javnrættindi millum samfelagsborgarar og javnrættindi millum tjóðir eru alin av sama vadmáli.
Og at rørslan fyri vinnuligum framburði eisini varð slitin frá tjóðskapar- og verkamannarørsluni, hevur elvt til, at uppdriftin og skapanarhugurin í vinnuni er vorðin til partapolitiskt valdsspæl. Har vinnuliga framleiðslan, sum kann skapa so stór virðir, varð vavd inn í eina politiska skipan, har danskur stuðul varð brúktur til studning og stýring av vinnuni. Umframt til at hækka kostnaðarstøðið og at avlaga kappingartreytirnar. Ein skipan, har orkan í vinnuni má nýtast til at berjast við politikarar um, hvør fær politiskt ásett framíhjárættindi – heldur enn til javna kapping og felags stríð fyri at gagnnýta teir framúr vinnumøguleikar, ið vit hava í Føroyum
Egingirndarormurin sleptur leysur
Og hetta er kjarnin í afturhaldinum. Tá frælsiskreftirnar verða skræddar sundur, verður hvør einstakur tráður ikki vovin upp í ein felags enda. Tá verður hann flustur burturúr og verður til ein egingirndarorm. Ein orm, sum verður sleptur og etur seg inn í skipanirnir og berandi samfelagssúlurnar.
Tá siga øll: Hvat fái eg burturúr? Uttan at hugsa um, hvørt nakað virði verður skapt av tí virksemi, ið vit fremja. Tá siga nógv: Júmen, eg stuðli teimum politikarum, ið kunnu geva mær nakrar fyrimunir her og nú. Tá hoyra vit leiðandi politikarar siga: Eg havi uppiborið mínar fyrimunir. At onnur skulu missa, fyri at eg kann fáa meira, tað er so teirra egna skyld, tí tey kunnu bara taka seg saman og stremba eftir at koma upp í mína inntøkudeild!
Hvat kostar tað at lata afturhaldið ráða?
Hetta niðurbrótandi hugsjónarloysið hevur kostað okkum politiskt ábyrgdarloysi og samfelagsligan húsagang fleiri ferðir bara seinastu 50 árini.
Tað er ikki tjóðskaparlig javnstøða. Tað er ikki vinnuligt frælsi hjá vanligum fólki í mun til vald og framíhjárætt hjá fáum ognarum. Tað eru ikki verkamannarættindi og samhaldsfesti í samfelagnum, sum nakrantíð hava skapt kreppur og kríggj í heiminum. Tey hava hinvegin skapt allan framburðin.
Men tað er altíð spjaðingin, grammleikin og egingirndin, sum hava skapt kreppurnar, kríggini og afturstigini. Hvørja einastu ferð.
Og úrslitið síggja vit aftur í dag. Har vit hava fingið eina sonevnda stjórn í Føroyum, sum gongur beint ímóti øllum teimum trimum frælsisrørslunum, sum hava bygt Føroyar.
Sum sigur, at vinnurættindi og felags ogn skal býtast út politiskt, eins og í feudaltíðini.
Sum sigur, at stættarsamfelagið og stættarmunurin skal styrkjast, og at rættindi hjá verkafólki og fakfeløgum skulu skerjast. Og at tey ognarleysu skulu gjalda fyri sjálvsøgd rættindi til heilsu, skúla og sosiala trygd.
Og sum sigur, at blokkbidding og at selja okkara rættindi sum tjóð skal verða grundarlag undir politiska valdinum hjá nøkrum fáum. Meðan øll mentanarlig tjóðarbygging og samhaldsfestið millum samfelagsbólkar og økini í landinum skal brótast niður.
Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara
Vit eiga aldrin at góðtaka og standa sum áskoðarar, tá alt tað sum er bygt upp og bundið saman gjøgnum meira enn 41 ættarlið á hesum klettum, verður skrætt sundur.
Vit eru hvørki eitt lítið land ella eitt fáment fólk. Vit eru eitt tað landið í heiminum við ríkastu møguleikunum í tilfeingi og mentan, tá vit meta okkum í mun til fólkatalið. Vit liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Í hjartanum á einum yðjandi lívi. Við ótaldum virðum. Við okkara egna máli og ríkari mentan.
Vit hava framúr møguleikar. Við tilfeingi og orku. Vinnumøguleikum. Ríkum bygdum og býum kring alt landið. Við at bjóða fram tænastur til økta virksemið og ferðsluna um okkara leiðir, sum bara fer at økjast.
Frælsisrørslurnar mugu aftur finna saman. Og virka í felag fyri at draga okkum úr naggatódnini og fram í eina aðra framtíð.
Lat tað vera ein greiðan boðskap:
Vit skulu ikki venda Føroyum bakið og tosa um at gevast við frælsisstríðnum! Vit skulu hinvegin venda samgonguni og egingirndini bakið. Og vit skulu taka ræðið á landinum!
Vit skulu burtur frá marglætishugsanini, týna egingirndarormin og skapa veruligt fólkaræði í Føroyum.
Vit skulu aftur knýta tey bond av margfeldni, og leggja afturat tí samansetta felagsskapi, sum byggir einar frælsar, samhaldsfastar og mennandi Føroyar fyri øll.
Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara.