Ættarveitslur eru ikki so sjáldsamar, men ættarveitslan, sum Egholmsættin í summar fr at halda, er ein søga fyri seg.
Alt byrjaði við, at Øssur Egholm, sum býr í Hornsyld millum Horsens og Vejle í Danmark, teknaði seg sum lim í einum Facebook-bólki. Bólkurin eitur “Bevar Egholm sum ø”.
Øssur Egholm fór at at vitja oynna, sum liggur út fyri Aalborg, og hann tók undir við, at oyggin átti at fáa frið. Ein fýra sporaður motorvegur fer at spilla umhvørvið, helt hann.
Pápi hansara, Sverri Egholm var ættargranskari, og hann fann fram til, hvørjir eftirkomararnir vóru, síðan tann fyrsti ættarfaðirin flutti av oynni og fekk sær eftirnavnið Egholm.
Arbeiði hansara fekk Øssur Egholm at vísa ættargranskingini ans, og tað gav honum hugskotið at skipa fyri ættarveitslu fyri egholmunum á oynni Egholm.
- Eg geri tað eisini fyri at vísa á ørskapin við at gera hetta triðja vegasamabndið um Limfjørðin, sigur Øssur Egholm.
Hann er 10. ættarlið eftir Niels Sørensen Egholm, sum í 18. øld flutti av Egholm og fekk sær eftirnavnið Egholm.
Garðurin til sølu
Egholmsættin stavar frá ættargarðinum Damgaard á Egholm í Limfjørðinum. Nú er garðurin til sølu fyri 4,5 mió. krónur. 38 hektarar av jørð hoyra til garðin. Garðurin er i ringum standi, og Øssur Egholm hevur ongar ætlanir um at keypa.
Hinvegin heldur hann tað verður stuttligt at vísa ættarfólkum sínum garðin.
Á oynni Egholm búgva 55 fólk. Tað tekur bara fimm minuttir at sigla til Aalborg, har børnini ganga í skúla, og tey flestu arbeiða. Nakað av landbúnaði er á oynni.
Ein handil er á oynni, og hesin handil er bara opin sunnudag.
Minnisvarði skal reisast
Øssur Egholm hevur fingið byggiloyvi til at reisa ein minnisvarða á Egholm við ættartalvuni á. Rundan um skulu plantast hjálpirøtur úr Føroyum.
Ættarstevnan verður í døgunum frá 15. til 18. juli. Sjálv veitslan verður 16. Juli. Veitslan verður fyri ættarfólkum og øðrum innbodnum. Onnur kunnu tó eisini koma við, um tey bara vilja gjalda.
Á Egholm kunnu gestirnir gista á gamla skúlanum, men tey tilkomnu vilja óivað heldur gista á Vestergård hotelli og skeiðsdepli á Egholm. Tað ber eisini til at gista á einum kampingplássi beint yvirav við Aalborg.