Eitt uppskot um at endurnýggja eina herflotaavtalu við Russland fekk øði í andstøðuna í tjóðartinginum í Ukraina. Menn tveittu egg og roykbumbur eftir hvør øðrum. Andstøðan hevði boðað frá, at hon kundi ikki góðtaka herflotaavtaluna, sum forsetarnir, Viktor Janukovitj og Dmitrij Medvedev skrivaðu undir í síðstu viku.
Ófriðurin í tingsalinum byrjaði longu tíðliga undir orðaskiftinum, og tá tingið seinni hevði samtykt sáttmálan, fleyt bikarið hjá andstøðuni yvir.
Tíðindastovurnar skriva, at tingmenn fóru til hendur, og at teir tveittu egg og roykbumbur eftir hvør øðrum. Tingformaðurin noyddist at verja seg undir tveimum regnskjólum, skrivar Reuters.