Egersund Fisk nú í Skagen

Sunnudagurin hin 30. oktober var ein stórur dagur fyri tey, sum hava fingið arbeiði á Egersund Fisk verksmiðjuni í Skagen. Hetta var fyrsti dagur, har nýggja virkið fekk sildafløk, sum verða sýrað og marinerað. Fløkini verða síðan send sum hálvliðug vøra til matvøruvirkir um meginpartin av Evropa.

Áðrenn virksemi kundi byrja á virkinum í Skagen, er bygningurin umvældur, eins og virkið er gjørt klárt til nýggju framleiðsluna. Annað sildavirksemi hevur verið í sama bygningi áður.

Ein orsøk til, at Egersund Fisk hevur gjørt av júst at leggja lunnar undir hetta virksemi í Skagen er, at í norðurjútska býnum kundi felagið sleppa inn í henda bygningin, eins og arbeiðsmegi er í býnum við røttu førleikunum.

Egersund Fisk A/S er stovnað 1921 og er soleiðis eitt elligamalt felag. Í byrjanini var framleiðslan fiskamjøl og fiskaolja. Men fyritøkan er vaksin til eisini at fevna um "sea food" virksemi, og tað er serliga uppisjóvarfiskur, sum fyritøkan hevur lagt seg eftir.

Høvuðssæti hjá Egersund Fisk er í Egersund, og felagið hevur fleiri deildir í Noregi, eins og virksemi er í Ukraina - og nú eisini í Skagen.