Egberti Gismonti ? besti brasilski tónleikarin

   

LISTASTEVNA
Tíðindaskriv

Útlendskir tónleikakennarar vilja vera við, at Egberto Gismonti er besti núlivandi tónleikarin úr Brasil. Gismonti er vorðin eitt við sálina í tí stóra suðuramerikanska landinum. Ivaleyst tí, at hann í meiri enn 30 ár hevur staðið fyri nógvum og ymiskum verkætlanum og útgávum.
Umdømið Gismontis innan tónleikaheimin tykist bert at vaksa. Gismonti ferðast eisini víða og reikar so fyri, at hann hittir tónleikarar úr øðrum londum og mentanum.
Í sambandi við Listastevnu Føroya 2002 kemur Gismonti til Føroya at hava konsert. Umframt at spæla sjálvur, fer hann eisini at spæla saman við norðurlendskum tónleikarum. Ein teirra er føroyingur, tað er bassleikarin Edvard Nyholm Debes. Hinir tónleikararnir, sum fara at spæla smaan við Gismonti eru: Flemming Agerskov, Anders Banke, Jacob Holm, Jonas Johansen og Marie Louise Schmidt. Konsertin við Egberto Gismonto og The Egberto Gismonti Project verður Leygarkvøldið 10. august í Høllin í Norðurlandahúsinum.