Eg var rørd og fekk ikki orðið upp

Listakvinnan av Eiði fekk í kvøld Mentanarvirðisløn Landsins

Sigrun Gunnarsdóttir fekk í kvøld stóru Mentanarvirðisløn Landsins.

Listakvinnan á Eiði skapar sermerkta list.

– Sigrun Gunnarsdóttir hevur alt sítt lív teknað, málað og skapað. Hon er egin við sínum líkningasøguligu málningum, sum varpa ljós á lívsins stóru spurningar um upphavið, undurfulla lívið og deyðan, segði Jenis av Rana, tá ið hann handaði virðislønina.

 – Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og súmbolska myndamáli. Listakvinnan hevur sagt, at listin er hjartað, hon letur úr og gevur okkum, segði hann.

##med2##

Sigrun Gunnarsdóttir takkaði fyri stóra heiðurin og segði seg vera ovfarna av at fáa hann.

–  Eg var púra paff, tá eg ið fekk boðini um virðislønina. Eg var rørd og fekk ikki orðið upp. Síðani havi eg gingið sum í einum rúsi til hendan dag, sum nú er blivin veruleiki. Eg takki teimum, sum hildu meg vera verdan hendan heiður, segði hon.

Sigrun greiddi frá, at alt byrjaði á Eiði fyri 70 árum síðani. Har sleit hon barnaskógvarnar.

– Tað lá kortunum, at eg skuldi blíva listakvinna. Mamma, sum var dóttir listamannin Niels Kruse, var fegin um, at eg hevði stóran áhuga fyri at tekna, segði Sigrun Gunnarsdóttir. Júst mamman er við í nógvum verkum hjá Sigrun.

Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.