Sandra vitjaði í Mykinesi í tveir dagar fyrr í hesum mánaðinum. Hon gisti í Kristianshúsi.
Sum yngri ferðaðist hon við familju síni í Noregi, og hetta kveikti áhuga hennara fyri Norðurlondum.
- Eg las tá eisini um Føroyar, og avgjørdi at eg ein dag vildi sleppa hagar at ferðast, greiðir hon frá.
Nú er hon umsíðir kom til landið og haraftrat til vestastu oyggj okkara, og sleppur nú sjálv at síggja og uppliva føroysku náttúruna.
Eina dagin í Mykinesi ætlaði hon sær einsamøll út í Hólmin, men hon settist aftur, tá hon var komin nakað á leið, tí høgættin lá ov trá inn móti oynni.
- Men hetta er eitt sera vakurt pláss. Alt er so sera grønt herúti, slær hon fast.
Umframt Mykines hevur hon vitjað á ymiskum støðum kring oyggjarnar. Ætlanin var at fara til Klaksvíkar, Fugloyar og Suðuroyar, men spurningurin var um hon fór at røkka øllum á hesum sinni.
Kanska hon kemur aftur eina aðru ferð!
Greinarøð úr Mykinesi
Komandi leygardag, 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her vit lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini.
Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum 13. juni (um minnisvarðan), 16. juni (um oljutunnur), 20. juni (um flutningsmøguleikar) og 23. juni (um skúlan).