»Eg trúði, tú var deyð, Jenny«

Tað skuldu ganga 56 ár, til tær hittust aftur, Signhild Samuelsen úr Klaksvík og Jenny Olsen av Toftum. Sum blaðungar fóru tær til Vágs at tæna, og har gjørdust tær bestu vinkonur

Í 1946 fór Signhild, sum so mangar aðrar gentur tá á døgum, út at tæna, sum tað vanliga varð rópt, tá gentur fóru í húsligt pláss.
Leiðin gekk suður til Vágs, har hon skuldi verða arbeiðskona hjá Mariu og Poul Hammer. Maria var skræddari, og í kjallaranum høvdu tey matvøruhandil.
Maria og Poul seldu eisini heilivág, og á bryggjuni, hevði Poul kiosk.
Ingrid, systir Signhild, var gift og búði í Vági, og hon yvirtalaði hana at koma suður at vera.
Í Vági kom Signhild at kenna toftagentuna, Jenny. Hon var eisini komin suður at tæna og var í húsplássi hjá Lenu, sum var av Toftum og manninum, Ansgari Niclasen; tey høvdu bókahandil í Vági.
Stutt var millum bókahandilin og húsini hjá Poul í Hovi og skjótt rann saman millum tær báðar avbygdagenturnar.
Hvønn mikudag høvdu tær frí, sum siður var fyri arbeiðsgentur, og um kvøldið var arbeiðskonudansur. Tær minnast báðar við smíli aftur á hesa tíðina.
Tá var ikki sum nú. At bjóða sjeikum inn, var ikki tað fyrsta tú gjørdi tá á døgum. Nei, onkur lítil mussur afturundir einum húsaveggi, ella um tú vart heppin, ein løta á køksbeink-inum; tað var tað heila...
Gøturnar skiltust
Nakað eftir, at tær vóru komnar at kennast, fór Jenny niður til Danmarkar at arbeiða. Vegir teirra skiltust, og tær hoyrdu ongantíð nakað til hvørja aðra aftur.
Av og á fregnaðist Signhild eftir Jenny og royndi at fáa okkurt at vita um hana, men eingin, hon spurdi, kendi hana ella vist nakað um hana at siga.
Jenny visti, at Signhild var blivin gift har suðuri, og at hon átti tveir synir. Hon hugsaði um Signhild gjøgnum árini, men setti seg ongantíð í samband við hana.
Ein dagin í vár, var Signhild og vitjaði systkinabarn sítt í Havn. Har sær hon blaðið, Land & Fólk, har søga er um Axel uppi á Hellu á Toftum. Á einari av myndunum situr Jenny millum brøður sínar, Axel og Milla.
Tá hon segði við systkinabarnið, at hon einaferð kendi eina toftagentu, sum kallaðist Jenny, svaraði hon henni, at hendan Jenny var gift á Sandi.
Hóast Signhild ikki visti, um hetta var tann Jenny, hon einaferð kendi, tók hon kortini kjansin og ringdi til hennara.
- Hetta er Signhild; er tað Jenny?
Tað gjørdist deyðakvirt í hinum endanum eina løtu.
- Eg gjørdist kløkk, tá Signhild ringdi, sigur Jenny.
Hon sigur, at hon als ikki hevði roknað við, at Signhild fór at ringja so nógv ár eftir.
Men skjótt gekk prátið lívliga, og Jenny beyð Signhild at koma suður til Sands til sín at ferðast.
Sum tað var í gjár
Ein dagin í juli í ár fór Signhild avstað til Sands at vitja ungdómsvinkonu sína, Jenny.
- Eg var sjálvsagt spent at síggja hana aftur, og hon var spent at síggja meg, sigur Signhild.
- Eg hevði sagt henni, hvussu littur frakkin hjá mær var, so hon kundi kenna meg, tá eg kom í land av Teistanum, greiðir hon frá.
Dóttir Jenny, Guðrun, tók ímóti Signhild á bryggjuni, meðan Jenny bíðaði í bilinum.
Tað var ógvuliga stuttligt at síggja hvørja aðra aftur, eftir so nógv ár og vit høvdu nógv at práta um, siga tær báðar.
Dagurin rakk ikki til, og vit máttu taka náttina til prát eisini, sigur Signhild flennandi.
Nú tær báðar hava funnið hvørja aðra aftur, sleppa tær ikki sambandinum so. Hvørja viku tosa tær í telefon saman, og framyvir ætla tær at ferðast hjá hvørji aðrari.