- Hetta er ein margháttlig støða at vera í. Men eg vænti, at eg fari víðari í lívinum og so taki eg bara hetta við mær sum eitt vánaligt upplivilsi.
Niels Harald Michelsen á Tvøroyri hevur eina undarliga kenslu í búkinum.
Tá ið søkt varð eftir tveimum skiparum til Smyril, gjørdi hann av at søkja.
- Hósdagin 15. november fekk eg at vita, at eg varð settur sum skipari á Smyrli og eg fekk eitt skrivligt setanarskriv.
Men longu dagin eftir ringdi stjórin á Strandferðsluni og greiddi mær frá støðuni. Og støðan var tann, at landsstýrismaðurin í innnlendismálum, Jacob Vestergaard, hevði givið boð um eg skuldi sigast úr starvi aftur, men at hann hevði noktað.
Upprunaliga varð søkt eftir tveimum skiparum til Smyril, men stjórin á Strandferðsluni greiddu mær frá, at boð vórðu komin frá landsstýrismanninum um, at teir báðir gomlu skipararnir skuldu setast aftur í hvør sítt hálvtíðarstarv, har teir skuldu býta aðru vaktina ímillum sín. Tískil fór bara at vera brúk fyri einum skipara. Og eftirsum eg varð tann seinni, sum varð settur, stóð eg fyri at verða uppsagdur aftur.
Tá ið vit tosaðu við hann í morgun, hevði hann kortini onga uppsøgn fingið.
- Eg havi fingið skrivligt setanarbræv, men onga skrivliga uppsøgn, so eg eri í eini løgnari støðu.
Niels Harald Michelsen heldur, at tað er nógv at undrast á í hesum máli.
- Tað ljóðar margháttligt, at fráfarni stjórin fekk tvinnar kostir í at velja og teir vóru antin at seta gomlu skipararnar aftur, ella at fara úr starvi.
- Hinvegin hevur nýsetti stjórin boðað frá, at hann fer at seta seg inn í málið, áðrenn hann tekur støðu í málinum. Eg spyrji um útgangsstøðið hjá nýggja stjóranum er øðrvísi enn tað hjá tí fráfarna stjóranum.
Ábyrgd og vald fylgjast ikki
Hann heldur eisini, at tað er løgið, at landsstýrismaðurin í innlendismálum setir so hart upp á at seta gomlu skipararnar aftur, tá ið teir ikki høvdu søkt, tá ið umsóknarfreistin var farin.
- Hetta er ikki í samsvari við vanliga uppfatan um býtið ímillum ábyrgd og vald. Í hesum føri er tað stjórin, sum hevur ábyrgdina, men tað er Jacob Vestergaard, sum hevur valdið.
- Tað undrar meg eisini, at tað skal bera til hjá tveimum skiparum at býta eina vakt ímillum sín, tí eg dugi ikki at síggja, at tann møguleikin var nevndir í starvslýsingini, at tveir skiparar kundu átaka sær eitt starv.
Niels Harald Michelsen heldur, at politiska handfaringin av hesum máli er milt sagt løgin.
- Eg veit ikki hvussu leingi danski ráðharrin, Lene Espersen hevði sitið afturat, hevði hon lagt seg út í eina starvssetan á eini løgreglustøð onkra staðni í Jútlandi.
Tað undrar hann eisini, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fær seg til at siga alment, at hann er grundleggjandi ósamdur við Fíggjarmálastýrið, tá ið fíggjarmálaráðið fleiri ferðir hevur boðað frá, at gomlu skipararnir kunnu ikki setast aftur.
- Hevur Jacob Vestergaard ein trupulleika við fíggjarmálaráðið, átti hann at farið út í ráðið at viðgjørt trupulleikan saman við teimum, til bæði ráðini vóru komin til eina felags niðurstøðu. Tað er ikki ein ósemja, sum eigur at vera viðgjørt alment, tí tað er ein sera løgin støða.
Trúði tí ikki
- Eg trúði ikki, at slíkt kundi koma fyri í Føroyum. Eg helt álvaratos, at støðan í Føroyum var batnað eftir at vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg, men tað sær tað ikki út til.
- Og eg eri spentur eftir at vita, hvussu politiska skipanin kann verja slíka framferð.
Hann spyr eisini, hvørjar avleiðingar, hetta kann fáa.
- Tað eru ivaleyst aðrir, sum eru í somu støðu, sum gomlu skipararnir á Smyrli. Kunnu teir nú eisini gera krav uppá at fáa síni gomlu størv aftur?, spyr Niels Harald Michelsen.
Fært tú at leggja endurgjaldskrav?
- Tað havi eg helst, men spurningurin er meiri, hvat eg tími at gera við hetta. Sum støðan er nú, vænti eg, at eg fari bara víðari í lívinum og taki so bara hetta við mær sum eitt vánaligt upplivilsi.
Annars hevur hann sagt starvið, hann hevði frá sær, tá ið hann varð settur skipari á Smyrli. Hann hevur góðar vónir um at fáa starvið aftur og so væntar hann, at hann letur hetta liggja og fer víðari.
- Men eg ivist ikki í, at fór eg víðari við málinum, hevði eg havt eina góða sak, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Ólógligt at krevja at skipararnir á Smyrli halda fram og greinina Framferðin hjá Jacob Vestergaard er lívshættislig.