Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið segði Christian Andreasen, at eg, sum fólkatingsmaður, hevði brúkt pengar í heimildarloysi.
Hetta var ósatt. Men tann álvarsama ákæran bleiv væl og virðiliga kannað av leiðsluni á fólkatingi. Og niðurstøðan var púra greið: Eg hevði einki skeivt gjørt.
Kortini stóð hetta freka apparatið - Christian Andreasen - á tingsins røðarapalli í dag og endurtók sínar lygnir og ógrundaðu ákærur.
Hesum finni eg meg snøgt sagt ikki í!
Eg krevji eina treytaleysa umbering frá Christiani Andreasen.