Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Fleiri fríggjakvøld var hon at síggja á DR1 í bestu senditíð, og longu fyrstu ferð, hon trein á pallin í upptøkuhølunum, megnaði hon at vinna hjørtuni hjá bæði føroysku og donsku hyggjarunum hjá Stjerne for en aften.
Tað eru nú 11 ár síðani, Guðrun Sólja Jacobsen vann sangkappingina á DR1.
- Tá eg hyggi aftur á tíðina, so vardi tann øgiligi áhugin frá almenninginum og fjølmiðlunum í gott og væl tvey ár, og so hasaði alt av. Men tað var kanska líka so gott, sigur Guðrun Sólja, sum hevur blandaðar kenslur, tá hon tosar um tíðina, tá hon brádliga gjørdist eitt kent andlit og fleiri ferðir um vikuna framførdi á kendum festivalum og á stórum konsertum.
- Tað var alt rættiliga løgið, men samstundis eisini ótrúliga feitt. Eg slapp at uppliva ymiskt, sum eg ongantíð hevði droymt um, kundi henda fyri meg. Men eg hevði ikki farið við í nakra slíka kapping aftur, sigur Guðrun Sólja.
Ein spennandi tíð
Tá Guðrun Sólja fyrstu ferð var at síggja í Stjerne for en aften, har hon sang lagið Promise Me hjá Beverly Craven, sat nærmast hvørt mannsbarn og fylgdi við á sjónvarpsskíggjanum.
- Hetta var áðrenn X Factor, Idols, Talent, og hvat veit eg, og sangkappingar av hesum slag, vóru rættiliga nýggjar tá. Eg haldi ikki, at eg sjálv visti, hvat hetta veruliga gekk út uppá, og hvussu stórt tað fór at blíva, sigur Guðrun Sólja, sum tó ikki var eitt heilt óskrivað blað innan sang, tá hon var við í Stjerne for en aften.
- Eg vann føroysku sangkappingina Ársins Songrødd í 2001, og tað fekk meg til at halda fram við sanginum og at upptraðka í eina tíð aftaná. Onkur helt tó, at eg átti at komi víðari við tónleikinum, og ja, tað endaði so við, at eg meldaði meg til Stjerne for en aften, greiðir Guðrun Sólja frá.
Hon minnist væl, hvussu tað var at standa á pallinum inni í upptøkuhølunum.
- Hóast eg var fjálturstungin og spent, so kendist tað eisini onkursvegna nattúrligt fyri meg at standa har og syngja fyri áhoyrarunum, meðan upptøkutólini eisini koyrdu. Tað var alt lagt ótrúliga væl til rættis, og fólkini har vóru ógvuliga professionell, fortelur Guðrun Sólja.
At føroyingar fylgdu væl við í sendingini, legði hon merki til alt fyri eitt.
- Tað er ikki altíð, at tú hugsar so nógv um tað, meðan tú ert í tí, men fjølmiðlarnir settu seg ofta í samband við meg, og eg legði á tann hátt merki til, at mín luttøka hevði rættiliga nógv at siga fyri onnur fólk. Tað var eitt sindur løgið, men eisini deiligt við góðum stuðli.
Vann kappingina
Kappingin í Stjerne for en aften var skipað í fleiri umførum. Trý kvøld skuldi Guðrun Sólja á pallin, og tað gekst henni so mikið væl, at hon tann 4. apríl í 2003 gjørdist vinnari av kappingini.
- Stemningurin inni í upptøkuhølunum var heilt serligur. Eg minnist, at fólk larmaðu og klappaðu, tá eg fór út á pallin, og tá eg hevði vunnið, fekk eg eitt stórt føroyskt flagg rundan um meg. Tað var kul at vera føroyingur eisini tá, og eg var ótrúliga errin, fortelur Guðrun Sólja.
Longu næsta dag kom hon til Føroya, har skipað varð fyri fleiri móttøkum. Júst tann dagurin stendur sterkur í minninum hjá Guðruni Sólju.
- Á flogvøllinum í Vágum var nógv fólk og tók ímóti, og eitt gospelkór sang eisini. Eg fór síðani við tyrlu til Havnar, har borgarstjórin tók ímóti mær við limosinu. Vit fóru í SMS, har eg sang og skrivaði autografar, minnist Guðrun Sólja og heldur fram:
- Tað var løgið, og alt skuldi ganga so skjótt fyri seg,at eg náddi ikki at hugsa so nógv, um hvat tað var, sum hendi. Aftaná upptraðkanina í SMS fór eg við tyrluni til Suðuroy, har eg skuldi syngja í høllini í Trongisvági. Eg minnist, hvussu nógvir bilar stóðu parkeraðir fram við vegnum, og høllin var á tremur við fólki. Tá fekk eg av álvara ein klump í hálsin, greiðir Guðrun Sólja frá.
Fekk úr at gera
Eftir at hava vunnið finaluna í Stjerne for en aften fekk Guðrun Sólja úr at gera við at syngja á festivalum og stórum konsertum.
- Summarið 2003 var rættiliga hektiskt. Eg framførdi á Langelandsfestivalen, Skanderborgfestivalen, Nibe festivalen og eini ørgrynnu av øðrum tiltøkum. Tað var super feitt, men eg var eisini rættiliga ótrygg, tí eg var ikki von við nógv annað enn at syngja í høllini í Trongisvági, sigur Guðrun Sólja og flennir.
Alt 2003 hevði hon nógv um at vera, og tað var ikki heilt lætt, at fáa tingini at hanga saman.
- Eg ferðaðist hvørja viku millum Føroyar og Danmark, tí eg gekk jú á studentarskúla í Føroyum og hevði uppgávur, sum skuldu latast inn, og próvtøkur vóru eisini. Samstundis upptraðakði eg fleiri ferðir um vikuna fyri teimum størstu fyritøkunum í Danmark og luttók í fleiri stórum konsertum. Alt var ein stórur hurlivasi, sigur Guðrun Sólja.
Hon dylir tó ikki fyri, at hon forvann sær rættiliga fitt av peningi hesa tíðina.
- Eg tjenti rættiliga góðar pengar. Júst hvussu nógv vil eg ikki siga, men eg havi ongantíð havt so nógvar pengar um hendið, og eg fari ivaleyst ongantíð at hava so nógvar pengar aftur. Eg vil siga, at eg livdi væl hasa tíðina í so máta, sigur Guðrun Sólja.
Fjølmiðlarnir altíð á vakt
Longu frá tí løtu, Guðrun Sólja fyrstu ferð var at síggja á sjónvarpsskíggjanum, legði hon til merkis, at almenningurin fylgdi væl við í øllum tí, hon tókst við. Tað var nakað, hon veruliga skuldi venja seg við, og tað var ikki altíð heilt lætt.
- Tað var serliga ringt í byrjanini, tí eg eri rættiliga smæðin sum persónur, og mær dámar ikki at gera hóvasták burtur úr mær sjálvari. So at vera smæðin og samstundis verða undir sjóneykuni hjá almenninginum og ikki minst fjølmiðlunum, var ikki ein góð samanseting, greiðir Guðrun Sólja frá.
Tá hon hugsar um tað nú, so dugir hon at síggja, at tað ávirkaði hana í ein ávísan mun, at hon brádliga var blivin ein almennur persónur.
- Donsku fjølmiðlarnir fylgdu við í øllum, sum eg gjørdi. Tú kundi lesa um hvørjum veitslum eg hevði verið í, hvørjum eg helt saman við, hvørji vinfólkini vóru, hvussu ofta eg fleyg og so framvegis. Tey fingu alt við, og tað var ofta irriterandi. Minnist fyrstu tíðini hvussu eg konsentreraði meg um , hvussu eg gekk, tá eg var úti, tí eg mátti jú ikki detta, tí so fór tað jú út allastaðni og bleiv blást upp, fortelur Guðrun Sólja, steðgar á eina løtu og sigur so:
- Tað ger okkurt við ein, og mann fer at hugsa alt ov nógv um, hvat mann ger, og hvussu mann er, sigur Guðrun Sólja.
Fleiri ferðir skrivaðu donsku miðlarnir um klæðini, sum Guðrun Sólja var í, tá hon luttók í kappngini, og javnan bleiv skrivað um hennara kropsvekt.
- Tað var einki dulsmál, at eg var stór, men hinvegin, so verður tú kedd, tá tað verður fokuserað so nógv uppá tína útsjónd. Eg hevði ongantíð trúð, at mín útsjónd nakrantíð skuldi blíva eitt evnið í øllum hesum – eg var jú bara við í sangkappingini fyri at syngja, og tað var tað, sigur Guðrun Sólja og leggur afturat.
- Ymsir stylistar góvu mær ráð, um hvat eg skuldi , og hvat mær klæddi, men tað er torført, tá tú ikki sjálv veitst, hvør tú ert, og ei heldur gongur so høgt upp í klæðir. Eg hevði onnur virði, sum eg helt vóru av størri týdningi enn júst klæðini, greiðir Guðrun Sólja frá.
Ongantíð aftur til sangkapping
Í dag livir GUðrun Sólja eitt lív rættiliga langt burturi frá øllum meldrinum, sum hon upplivdi fyri 11 árum síðani. Og tað dámar henni væl.
- Eg haldi, at eg eri meira eg í dag. Eg eri glað. Alt er komið meira niður á jørðina, og sum heild haldi eg, at fólk vita, at tað er meira innihald í mær enn bara handa sangkappingin, sigur Guðrun Sólja, sum hevur tikið eina trý ára útbúgving sang og gevur í dag frálæru í sangi og sangteknikki.
- Sjálvandi havi eg nógv eftir at læra, men eg meti, at eg hava nakað at læra frá mær, og eg njóti veruliga at undirvísa í sangi, sigur Guðrun Sólja.
Hóast hon er glað fyri upplivingarnar, hon hevur fingið í sambandi við Stjerne for en aften, vísir hon á, at tað ikki bara er gott at vinna eina slíka stóra kapping.
- Eg var ógvuliga einsamøll. Mitt í viku, meðan øll vinfólkini gingu í skúla og vóru til arbeiðis, sat eg einsamøll í íbúðini í Keypmannahavn. Og tá tey høvdu frí í vikuskiftunum og hugnaðu sær saman, skuldi eg upptraðka vikuskiftið á tamb. Á tann hátt misti eg eitt sindur samband við øll míni nærmastu, greiðir Guðrun Sólja frá.
Fleiri unfir tónleikarar halda, at tað er eydnan, um tú sleppur at luttaka í eini stórari kapping í sjónvarpinum og enntá veðrur vinnari, men soleiðis er ikki altíð, slær Guðrun Sólja fast.
- Sjálv upplivi eg enn tann dag í dag, at tað er trupult at fáa sangirnar hjá mær spældar í donskum útvarpi. Tað er líkasum, at eg blívi við at hava hatta Stjerne for en aften stemplið á mær, og tey halda ikki, at eg veruliga dugi nakað innan sang og tónleik, sigur Guðrun Sólja, sum langt síðani hevur avgjørt, at hon ikki aftur skal vera við í nakrari sangkapping.
- Eg síggi heilt anarleiðis upp á slíkar kappingar í dag, og eg veit, at eg fari ongantíð at melda meg til nakað tílíkt aftur. Eg føli, at eg havi verið ígjøgnum alla hasa mylnuna. Tú ivast allatíð í, um tú nú ert góð nokk, verið eg blakað úr kappingini hesa vikuna, og ja, tað vóru nætur, har eg ikki svav, bara tí eg spekuleraði so nógv um næstu live sending, sigur Guðrun Sólja, sum fleiri ferðir er spurd um at vera við í ymsum sangkappingum.
- Eg eri enntá spurd um at vera við í Eurovision, men nei, tað er ikki tann vegin, eg skal. Kappingar leggi eg einki í meira, men um onnur vilja luttaka, so eru tey vælkomin til tað, sigur Guðrun Sólja, sum tó undirstrikar:
- Eg havi nógvar góðar og eisini minni góðar upplivingar frá Stjerne for en aften, men eitt, sum eg ongantíð fari at gloyma, og sum framvegis gevur mær ein klump í hálsin, er løtan, tá eg sang í finaluni, hoyrdi øll klappini og sá føroyska flaggið. Tá var eg errin av mær sjálvari, sigur Guðrun Sólja.