Rættarfundurin í morgun byrjaði við, at annar av teimum ákærdu um sakføraran heitti á dómaran um, at ein partur av málinum varð hildin fyri afturlætnum hurðum. Í sambandi við eina eldsáseting í november mánaði í fjør gjørdi løgreglan saman við teimum ákærdu eina rekonstruktión av hendingini, sum ætlandi verður víst í rættinum seinni í dag, og tað er henda partin av sakarmálinum, sum annar ákærdi metir ærumeiðandi.
Ákærin mótmælti tó hesum og helt, at almenni áhugin í málinum átti at telja meiri enn metta ærumeiðingin av ákærda. Hetta gav dómarin ákæranum rætt í, men helt tó, at spurningurin kundi takast upp aftur, tá komið verður til umrødda fløguna.
Málið er sum nevnt ógvuliga drúgt, og kemst hetta av, at báðir ákærdu eru blandaðir upp í onnur og hvør ísær óviðkomandi mál. Tað, sum teir báðir tó standa ákærdir fyri saman, er umrødda eldsásetingin í Hamarsgøtu í november mánaði í fjør.
Tann eldri ákærdi – sum er fyrst í 20-unum – varð fyrst avhoyrdur. Hann er ákærdur fyri fimm tilburðir, har tann álvarsligi má metast vera eldásetingin 12. november í fjør.
Ákæran ljóðar upp á »vold i forening«, umframt eldáseting við ovurstórum vanda fyri lívi húsfólksins. Ákærdi noktaði seg sekan í hesum, men játtaði kortini at hava sett eld á húsini.
Orsøkin til, at hann – saman við meðákærda – var farin á bústaðin hetta kvøldið var, at tann, ið búði í húsunum, hevði stungið ein vinmann teirra í pannuna við einum saksi. Hesa hendingina vildu teir báðir hevna.
Ræddist ikki dráp
Teir báðir ákærdu høvdu framman undan tosað um, hvussu teir skuldu fara fram. Teir vóru báðir samdir um, at var eingin inni, tá teir komu á bústaðin, so skuldu teir seta eld á húsini.
Ákærdi greiddi eftir handtøkuna løgregluni frá, at hann hevði arbeitt fyri Hell’s Angels í Danmark, og at hann ikki var bangin fyri at drepa eitt annað menniskja.
Hinvegin væntaði hann ikki, at eldsásetingin fór at gera serliga stóran skaða, sjálvt um bensin varð nýtt at fáa eldin at festa í.
Teir báðir vóru tó, sambært eldra ákærda, samdir um, at fingu teir ikki mannin, skuldu teir fáa húsini.
Tað var tó greitt, at bert hesir báðir ungu menninir vóru saman um illgerðina.
Við grundlógaravhoyringina 12. desember segði ákærdi, at órættaði skuldi skerast í andlitið aftur fyri, at hann hevði stungið ein vinmann sín við saksi.
Teir báðir ákærdu gingu við til at gera eina rekonstruktión av hendingini, og í henni segði ákærdi, at tað var hann, sum hevði stoytt bensin á húsini og síðani sett eld á. Hesa frágreiðing tók hann tó seinni aftur og segði, at tað var meðákærdi, sum hevði stoytt bensinið.
- Men tað er líka mikið, hvør stoytti bensinið. Um (Y) gjørdi tað, so var tað tí eg segði við hann, at hann skuldi gera tað. Eg havi ábyrgdina av øllum, segði ákærdi í rættinum í morgun.
Eingin inni
Ákærdi segði seg ikki verða kroystan av løgregluni at broyta meining viðvíkjandi hvør tað var, sum stoytti bensinið. Hann skilti í veruleikanum ikki, hví tað skuldi hava nakað at siga, hvørt tað var hann ella meðákærdi, sum hevði gjørt tað.
- Eg kann taka fulla ábyrgd av øllum, tað ger ongar mun, segði ákærdi.
Hann helt tað ikki vera rætt at fremja lógarbrot, og hann hevði onga meining um, hvørt tað er rætt ella ikki at fremja harðskap. Men eitt hevði hann eina meining um:
Hevði løgreglan tikið órættaða mannin, tá hann stakk vinmannin við saksinum, so hevði einki av hesum hent, segði hann.
Í hesum sambandi var hann eisini sambært grundlógaravhoyringini ákærdur fyri at hava kallað ein løgreglumann fyri »luddovnan idiot«.
Spurdur av verjanum, Jógvan Páll Lassen, segði ákærdi seg vera vísan í, at eingin var inni í húsunum, áðrenn teir báðir settu eld á.
- Eg bankaði hart á hurðina, so tað er einki at ivast í, at um onkur var inni, høvdu tey hoyrt meg, segði ákærdi.
Hann vísti eisini á, at ein hann hevði sorað ein rút inn, og tað skuldi vera løgið, vóru fólk inni í húsunum, og ikki hoyrdu tað, helt hann.
Ákærin, Linda Hesselberg, spurdi, hvussu ákærdi kundi roknað við, at lítil og eingin skaði stóðst av eldsbrunanum, tá login stóð lagt ífrá. Men hetta hevði ákærdi onga meining um og segði, at sløkkiliðið var jú skjótt á staðnum.
Tað eydnaðist løgregluni, sum var skjót á staðnum, at køva størsta partin av eldinum, og hetta avmarkaði skaðan, sum kortini er uppgjørdur til góðar 133.000 krónur.
Sakarmálið heldur fram seinnapartin.
Í grundlógaravhoyring segði ákærdi seg hava arbeitt fyri Hell’s Angels í Danmark, og at hann ikki var bangin fyri at drepa eitt annað menniskja