- Eg havi avgjørt ongar viðmerkingar í morgun.
Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Stutt eftir midnátt samtykti Løgtingið, at samkynd skulu sleppa at giftast borgarliga í Føroyum. Tað hevur verið eitt hjartamál hjá Jógvani á Lakjuni at forða fyri, at tað ikki skuldi henda, og hann royndi eisini til tað allarseinasta at sannføra tinglimir um, at atkvøða ímóti.
Hann sigur, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkara siðmenning og okkara børn, tí tað er ónatúrligt hjá børnum at veksa upp við foreldrum av sama kyni. Hann ivast heldur onga løtu í, at nú er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn samkynd eisini sleppa at giftast í kirkju.
Hansara royndir vóru til fánýtis, tí meiriluti var fyri uppskotinum um at samkynd skulu kunna giftast borgarliga. Men uppskotið skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt í Løgtinginum, og hon verður fríggjamorgunin.
Vit hava spurt Jógvan á Lakjuni, um tey fara at gera eina seinastu roynd at broyta støðuna, og at fáa Løgtingið at fella uppskotið fríggjamorgunin.
Tað er ein ógvuliga fámæltur tingmaður, vit fáa í telefonina. Hann sigur, at hann hevur avgjørt ongar viðmerkingar í morgun. Men hann sigur, at hann veit ikki, hvat nú hendir. Hann veit heldur ikki um teir løgtingslimir, sum eru ímóti samkyndum hjúnalagi, fara at viðgera støðuna áðrenn triðja og seinasta viðgerðin verður.
- Men eg gangi út frá, at hetta slagið er tapt, ásannar hann kortini.