Ólavur á Váli Olsen hevur nú gjørt álvara av einum gomlum dreymi og gevur sína fyrstu tónleikaútgávu út. Útgávan, sum kallast ”Her og nú”, bjóðar eitt bland av føroyskum og enskum sangum, sum ymiskir sangskrivarar hava gjørt.
Ólavur á Váli Olsen byrjaði sum smádrongur at spæla tónleik og syngja. Sum 16 ára gamal fór Ólavur á eftirskúla í Danmark í 2010, og tað var her, at hann tók stigið og byrjaði at syngja alment.
Tá ið hann kom heim av eftirskúlanum í Danmark, fór Ólavur veruliga at framføra alment – serliga umborð á Norrønu, har hann hevur spælt regluliga seinastu fimm árini. Ólavur var eisini partur av dreingjabólkinum All-In, sum var nógv frammi eitt skifti.
- Fólk, sum kenna meg sum tónleikara, kenna meg best frá Norrønu, har eg havi spælt nógv seinastu árini, sigur Ólavur á Váli Olsen í samrøðu við Sosialin í dag.
Hann hevur eisini spælt tónleik í samkomum – eitt nú lovsang í Lívdini – og gospeltónleikur er framvegis partur av tónleikinum hjá Ólavi.
Ólavur á Váli hevur í tíðarskeiðum verið tvíbýttur millum at spæla gospeltónleik í samkomuumhvørvi og at spæla til meira almenn, vertslig tiltøk.
- Tað hevur ikki verið lætt at fara frá at spæla í samkomu til eisini at spæla á barr og aðrastaðni, og eitt skifti gjørdist eg rættiliga líkaglaður við tað heila, og tað ávirkaði mína lívsførslu. Eg føldi meg vera í einari truplari støðu, tí eg kendi trýst á mær, og tí kom eg á eina skeiva leið, sigur hann við Sosialin.
Les longri samrøðu við Ólav á Váli Olsen í Sosialinum í dag.