Eg fari á Jobmatch sum talentspeidari

Onkur, sum arbeiðir hjá okkum, fekk starv eftir at vit hittust á Jobmatch, sigur Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra.

29. desembur verður árliga Jobmatch-stevnan og sum undanfarnu árini verður hon í Norðurlandahúsinum. Vit hava prátað við nakrar av fyritøkunum, sum luttaka og komandi dagarnar verða samrøðurnar lagdar út her á in.fo. Fyrsta fyritøkan er kt-fyritøkan Klintra.

 

Klintra er ein nýggj, men vitanartung KT-fyritøka, ið raðfestir vitan, førleikar og royndir. Fólkið, við servitan innan mong virkisøki, er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Sermentar dygdarloysnir, og ráðgeving, er okkara sereyðkenni, skrivar nýggja KT-fyritøkan um seg sjálva.

 

Klintra varð sett á stovn í mars í ár, tá stovnararnir keyptu part av virkseminum úr Nema-samtakinum. Jógvan K. Glerfoss greiðir frá, at onkrir av stovnarunum hava verið starvsfelagar líka síðani Atlantstøkni varð sett á stovn í 2001. NEMA keypti Atlantstøkni í 2007, men fyrr í ár keyptu nakrir so ein part av felagnum úr samtakinum.

 

- Tað hevur gingið væl higartil. Sjálvandi hevur fyrsta tíðin borið brá av at vit eru byrjaðir fyri okkum sjálvar, men vit merkja, at tað er stórur eftirspurningur eftir okkara tænastum. Tað er ein stór broyting síðani tíðina í Nema. Har arbeiddu vit við øgiliga nógvum ymiskum uppgávum. Her í Klintra hava vit skorið inn á bein, til tað vit duga, og halda vit fast við tað, sigur Jógvan K. Glerfoss.

 

Klintra fæst altso við sermenning av KT-skipanum.

- Vit menna skraddarseymaðar skipanir til tað vit kalla high-end kundar. Vit hava ment eina starvsfólkaskipan, Klintra Fólk, sum nú verður brúkt av 4.000 starvsfólkum í Føroyum. Klintra Crew, sum upprunaliga varð ment til Skansi Offshore, verður nú brúkt av trimum føroyskum kundum, umframt at vit eru í ferð við at marknaðarføra skipanina uttanlands. Harumframt hava vit ment Teyggjuna fyri Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, eina heildarskipan fyri Almannaverkið, aliskipan fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Tinglýsingarskipanina hjá Umhvørvisstovuni, sigur Jógvan K. Glerfoss.

 

Hann greiðir frá, at starvsfólkaskipanin, Klintra Fólk, hevur sín uppruna heilt afturi í tíðini frá Atlantstøkni. Tá var tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum var kundi. Gjøgnum árini eru skipanin ment víðari, so at hon nú verður brúkt av sjey teimum størstu arbeiðsplássunum í Føroyum við yvir 4.000 starvsfólk tilsamans. Umframt mennan av KT-skipanum veitir Klintra eisini ráðgeving innan ymisk øki.

 

- Starvsfólk okkara hava eina holla teotetiska bakgrund. Øll hava tey onkra KT-útbúgving og eru væl útbúgvin fólk. Vit leita tó alla tíðina eftir fólkum, sum kunnu geva okkum okkurt nýtt og styrkja fyritøkuna, sigur hann.

 

Klintra verður tí eisini til staðar á Jobmatch í ár.

- Eg fari niðan har fyri at leita eftir onkrum góðum. Tað er eitt sindur sum at vera talentspeidari. Eg havi verið har nakrar ferðir fyri Nema, og onkur av teimum, sum starvast hjá okkum í dag, bleiv settur í starv eftir at vit hittust á Jobmatch, sigur Jógvan K. Glerfoss.

Hann sigur, at fyritøkan roynir at slúsa lesandi inn longu undir lestrinum, millum annað við at tey skriva og loysa uppgávur fyri Klintra. Á skrivstovuni hjá Klintra í Bella-centrinum í Keypmannahavn sita trý lesandi og arbeiða fyri fyritøkuna.

- Hóast vit ikki skammast við at headhunta roynd fólk til fyritøkuna, so mugu vit eisini seta ung fólk við. Tað gagnar eisini fyritøkuni á tann hátt, at tey hava nýggj hugskot, tí tey eru uppvoksin við hesi nýggju tøknini, heilt øðrvísi enn eg sjálvur, sigur hann.

 

Men hvørjum leitar Klintra so eftir á Jobmatch?

- Vit eru ráðgevarar og KT-mennarar. Tí mugu fólk duga at forrita. Samstundis, so eru vit komin har til, at vit eisini mugu hugsa meiri um marknaðarføring, millum annað uttanlands. Tí eru vit eisini áhugað í lesandi, ið kunnu hjálpa okkum við okkara marknaðarføring, sigur Jógvan K. Glerfoss.