- Eg fór eftir bóltinum

- Eg eri keddur um, at støðan endaði, sum hon gjørdi, sigur HB-málmaðurin, Marcin Dawid, um dramatiska tilburðin í stórdystinum í Havnini í gjár

Fótbóltur

HB-málverjin, Marcin Dawid, var sera harmur um støðuna, tá ið hann rendi saman við Allani Mørkøre í Formuladystinum í Gundadali sunnudagin.
- Eg fari sjálvandi út eftir bóltinum. Mítt arbeiði er at halda málið reint, og tí fór eg út, tá bólturin varð sparkaður inn í brotsteigin. At byrja við síggi eg als ikki, at Allan kemur rennandi, og tað ber illa til at steðga, tá eg komi við fullari ferð, sigur Marcin.
Og hann leggur afturat, at talan var um ein hendiligan tilburð, sum gjørdist sera keðiligur.
- Eg eri keddur um, at støðan endaði, sum hon gjørdi. Sjálvandi er tað bólturin – og ikki maðurin - sum eg fari eftir. Men hatta er tað, sum kann henda í fótbólti. Tað er tann keðiligi veruleikin, sigur Marcin Dawid.